Neistin - VÍF: 32-25 (17-10)
Kvinnurnar hjá Neistanum vístu í kvøld, at tær avgjørt eitt boð upp á ein FM vinnara í ár. Munurin á máltalvuni var sjey mál, men hann kundi havt verið størri um ikki Neistin skifti út og fór niður í ferð.
Eitt skifti tíðliga í seinna hálvleiki var munurin heili tíggju mál, men so raknaði VÍF við. Tíverri fyri tær, so tók Fríða Petersen eini fýra ella fimm bóltar, sum annars kundu havt skapt spenning í dystin.
Fyri Neistan spældi serliga Bára Hansen væl í fyrra hálvleiki og nakað inn í seinna hálvleik. Í verjustøðu hevði Neistin tamarhald á Liljuni Djurhuus, sum ikki slapp framat at skjóta.
Toppskjútti fyri Neistan var Milica Radovic, sum skjeyt heili níggju mál, meðan Durita Jojic var toppskjútti fyri VÍF við seks málum.
Sæð útifrá, so tóktist Neistin sum ein væl samanspæld eind, meðan VÍF hvørki í álopsstøðu ella verjustøðu megaði at standa mát við Neistan.
Málskjúttar:
Neistin: Milicia Radovic 9, Eir Berg 5, Jacklin Durhuus 5, Bára Hansen 5, Annika Thomsen 2, Birita Wardum 2, Nicoleta R. Hansen 2, Súsanna Nólsoy 1, Birita Jacobsen 1
VÍF: Durita Jojic 7, Liljan Djurhuus 6, Agnas Olsen 5, Eilin Hansen 3, Tóra Seloy 3, Rakul Joensen 1
Liðugt: (32-25) Neistin tók fótin av speedaranum í seinna hálvleiki, og tí sær máltalvan ikki so ræðandi út fyri VÍF, sum spældið annars vísti.
50.min: (28-18) Tað tók langa tíð hjá VÍF fáa hol á málskjótingina. Tiverri fyri tær, so svaraði Neistin aftur at kalla hvørja ferð. So hóast VÍF nú fær mál, so ongin spenningur um úrslitið. Tá tað er sagt, so verður dysturin spældur við fullari ferð og er intensur.
39.min: (20-12) Durita Jojic minkar í tveimum førum um munin fyri VÍF, sum eisini fær brotskast, men Fríða Petersen bjargar. VÍF má taka av slíkum møguleikum um tær skulu inn í aftur dystin. Liljan Djurhuus brendi brotskastið og hon hevur tað torført í kvøld. Verður væl vard.
35.min: (20-10) Neistin heldur fram har tær sleptu og eru nú á odda við tíggju málum.
Hálvleikur: (17-10) Neistakvinnur eru sannførandi í høllini á Hálsi í kvøld. Tær spæla sum ein eind, meðan VÍF ikki tykist hanga líka væl saman - hvørki í álopspartinum ella verjupartinum.
Fyri Neistan tykist tað mesta ganga gjøgnum Báru Hansen, sum er spælskipari. Tað er ikki altíð hon, sum eigur seinasta kastið, men tú hómar at hon er stýrikvinnan á skútuni hjá Neistanum í kvøld.
Tað skal av álvara koma vend í, um VÍF skal gera sær nakrar vónir um at fáa nakað við heim. Liljan Djurhuus verður væl vard, tó uttan at verða mansvard.
15.min: (7-5) Neistin hevur lítlan mun, men enn er talan um javnan dyst, har liðini skiftast um av hava góð álop. Tað sá álvarsligt út tá Bára Hansen(Neistin) og Durita Jojic(VÍF) brustu saman, men báðar spæla víðari uttan nakað.
Undan dystinum:
Hjá kvinnunum er trongt í oddinum og fleiri lið stríðast fyri at koma í FM finalurnar. Í løtuni er Neistin trý stig fremst, meðan VÍF liggur á fjórða plássi bara fimm stig aftanfyri Neistan, sum eisini hevur spælt ein dyst fleiri.
Vinnur Neistin í kvøld, so verður luft niður til hini liðini, sum to hava spælt færri dystir. Vinnur VÍF hinvegin, so verður talan um satt trunkaspæl í oddinum, tí tær koma upp á 16 stig. Sama stigatal sum Kyndil á øðrum plássi.