Triðja árið á rað vitjar maltesiska fótbóltslandsliðið Tórsvøll.
Hósdagin 2. september verður dystur í UEFA Nations League millum Føroyar og Malta á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 19.45. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Landsliðsvenjarin hjá Malta, Devis Mangia hevur tikið út hesar spælararnar. Bara tveir spælarar spæla uttanfyri Malta. Hesir spæla í lægri deildum í Onglandi og í Belgia.
Heimligu spælararnir hjá Malta hava ikki spælt landskappingardyst í Malta síðani Koronu-útbrotið í vár. Komandi kappingarár byrjar fyrst aftaná UEFA Nations League dystirnar Malta skal spæla í komandi viku.
Hópurin hjá Malta:
Málverjar:
Henry Bonello (Valletta); Matthew Calleja Cremona (Hibernians); Jake Galea (Sliema Wanderers).
Verjuspælarar:
Andrei Agius (Hibernians); Jean Borg (Valletta); Steve Borg (Gżira United); Zach Muscat (Uttan felag); Enrico Pepe (Birkirkara)
Miðvallarar:
Cain Attard (Birkirkara); Ryan Camenzuli (Floriana); Triston Caruana (Valletta); Juan Corbalan (Ħamrun Spartans); Jake Grech (Hibernians); Matthew Guillaumier (Birkirkara); Joseph Mbong (Ħamrun Spartans); Rowen Muscat (Valletta); Steven Pisani (Balzan); Neil Tabone (Żejtun Corinthians); Teddy Teuma (Royale Union Saint-Gilloise – Belgium).
Áleyparar:
Myles Beerman (Hibernians); Jurgen Degabriele (Hibernians); Shaun Dimech (Valletta); Luke Gambin (Colchester United – England); Paul Mbong (Birkirkara); Kyrian Nwoko (Valletta)