Bæði Barcelona og Bayern Munchen fingu góð úrslit í fjórðingsfinaluni í Champions League í kvøld. Barcelona spældi javnleik 2-2 móti PSG í París, meðan Bayern Munchen á heimavølli vann 2-0 á Juventus
Barcelona legði seg á odda í fyrra hálvleiki, tá Lionel Messi varð spældur leysur í brotsteiginum og skoraði. Í seinna hálvleiki var PSG omaná og tað var uppiborið, tá Zlatan Ibrahimovic javnaði fyri heimaliðið eftir fríspark. Sjónvarpsmyndirnar vísa tó, at svenskarin er greitt rangstaddur, men hjálpardómarnir sóu tað ikki.
Stutt fyri tíð fekk Barcelona brotsspark, tá Alexis Sanchez varð feldur. Xavi var tryggur úr ellivu metrum. PSG javnaði við seinasta sparkinum í dystinum til 2-2. Hetta er hóast alt eitt gott útgangsstøði fyri Barcelona. Lionel Messi fór skaddur av vøllinum og tað er ivasamt um hann verður tøkur um átta dagar.
Bayern Munchen fekk eina dreyma byrjan í heimadystinum móti Juventus, tá eysturríkarin, David Alaba, meddaði til úr 30 metrum. Bólturin rakti ein Juventus spælara og snýtti Gianluigi Buffon í Juventus málinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Thomas Muller tætt undir málinum.
Champions League ¼ finalur:
PSG Barcelona 2-2(0-1)
0-1 Lionel Messi, 38
1-1 Zlatan Ibrahimovic, 79
1-2 Xavi, 88 br
2-2 Blaise Matuidi, 90+4
Bayern Munchen Juventus 2-0(1-0)
1-0 David Alaba, 1
2-0 Thomas Muller, 63