Barcelona framdi í kvøld tíðarinnar comeback í Champions League fótbólti. Traditiónsríka spanska felagið vendi nevniliga 4-0 ósigrinum móti Paris Saint Germain frá farna dystinum, til ein 6-1 sigur á heimavølli, soleiðis at felagið ógvuliga óvæntað spældi seg víðari í Champions League kappingini í kvøld.
Undan dystinum vóru lítlar vónir til, at tað fór at bera til hjá Barcelona at venda uppgerðini ímóti Paris Saint Germain. Men tíðliga varð greitt, at talan var um eitt væl betri upplagt Barcelona lið til uppgerðina í kvøld, í mun til dystin fyri tveimum vikum síðani.
Barcelona førdi í hálvleikinum 2-0, og tá sat ein við kensluni av, at teir kundu fremja tað ómøguliga. Og so tá so Lionel Messi beint aftaná hálvleik legði Barcelona á odda 3-0, tóktust PSG leikararnir ógvuliga ørkymlaðir.
Lítla løtu aftaná, eydnaðist tað tó Paris Saint Germain at minka um munin, tá áleyparin, Edinson Cavani, fekk smekka bóltin í netið til 3-1. Tá tóktist uppgerðin at vera avgjørd, sum eisini týðuliga ávirkaði leikararnar hjá Barcelona.
Tá Neymar tveir minuttir fyri leiklok gjørdi tað til 4-1, hildu tey flestu, at talan var bara um eitt mál, sum pyntaði uppá úrslitið. Men í yvirtíðini framdi Barcelona tað ómøguliga. Fyrst við brotssparksmáli frá Neymar, sum gjørdi tað til 5-1 og síðani við máli frá Sergi Roberto til 6-1, soleiðis at Barcelona ímóti øllum væntanum fekk spælt seg beinleiðis víðari. Tað er nevniliga ongantíð hent áður í søguni í Champions League, at eitt felag í knockout rundunum hevur megna at vent einum 4-0 ósigri.
Í hinari uppgerðini var eingin slingur í valsinum hjá Borussia Dortmund, sum á heimavølli møtti Benfica. Teir vunnu dystin 4-0, eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Har var áleyparin, Pierre Emerick Aubameyang stóri leikarin, tí hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta hattrick.
Við úrslitunum í kvøld, er altso greitt at Bayern Munchen, Real Madrid, FC Barcelona og Borussia Dortmund nú hava spælt seg víðari í fjórðingsfinalurnar av Champions League kappingini.
Úrsltini í kvøld:
Barcelona - Paris Saint Germain 6-1 (2-0)
Borussia Dortmund - Benfica 4-0 (1-0)