Barcelona fyri alla familjuna

Triðja summarið við beinleiðis sambandi til Barcelona stendur fyri framman, og tað eru nógvar barnafamiljur, ið seta kós til katalanska høvuðsstaðin. Nýggj ferðamál skulu ofta hava nøkur ár á baki, áðrenn familjurnar taka tey til sín. Barcelona er ein fantastiskur býur - ikki bara fyri pør og vinkonur, men eisini familjuna

Barcelona verður ofta nevndur býurin, sum hevur alt. Býarlív, mentan, baðistrond og so fótbóltur.
Seinast, undirritaða var í Barcelona, vitjaði eg inni á Turisme de Barcelona. Har sat ein bólkur av eldri harrum, ið ikki sóu serligani upptiknir út. Og tað er skilligt. Teimum nýtast ikki at gera tað stóra fyri at fáa ferðafólk at koma til Barcelona.
Í fjør vóru tað 7,4 miljónir ferðafólk í Barcelona, og størsti spurningurin, ið teir stýrandi í Barcelona stríðast við, er, hvussu stóra talið á ferðafólki skal sameinast við teir 1,6 miljónir innbúgvarnar. Sum nú er, flyta innbúgvarnir út úr miðbýnum, tí ferðafólkini gera, at prísirnir á mati og bústaðum gerast alt ov høgir.
Síðani OL í 1992 eru ferðafólkini streymað til býin. OL broytti Barcelona frá einum ídnaðarbýi til ein ferðamannabý.
Josep Rojas, ið er marknaðarleiðari á Turisme de Barcelona sigur, at Barcelona var ein gimsteinur, ið bíðaði eftir at verða funnin.
Tey 6500 nýggju hotellkømrini, ið vóru bygd til OL, eru nú vorðin 65 000, og til tíðir kann tað hóast alt verða trupult at finna eitt stað at búgva.


Sum familja er tað gott at vitja Barcelona, tí býurin er so lítil. 1,6 miljónir innbúgvar ljóðar kanska ikki so lítið, men samanborið við aðrar stórbýir er Barcelona lættur at spáka í . Einastu ferð, undirritaða angraði at verða farin til gongu, var á veg niðan á fjallið Montjuc. Har er best at taka línubanan ella ein hýruvogn.
Strondin Barceloneta er lang, og sandurin er fínur og góður. Um summarið er havið heitt, og tað er bara at blaka seg á bláman fyri at fáa svala.
Høvuðsgøtan La Rambla er stuttligt hjá børnum. Har eru nógv fólk, so tað má haldast í teimum, men gøtukunstnarar og torg gera, at gøtan er eitt satt upplivilsi at spáka á.
Men tá strondin og miðbýurin eru avklárað, eru nógvar perlur eftir at finna.


6 útferðir fyri familjuna

Font Màgica
Ein tann størsta upplivingin, undirritaða hevur úr Barcelona, er springvatnið Font Màgica. At hoyra Freddy Mercury syngja "Barcelona" og springvatnið dansar við er ein sonn frøi fyri bæði eygu og oyru.
Frá mai til septembur er springvatnið at síggja millum 20.00-23-30
Adressa: Avinguda Maria Christina


Barcelona Aquarium
Akvariið í Barcelona er eitt tað størsta í øllum Evropa. Har hitta tit hajar, pingvinir og eina rúgvu av fiskum. Serlig workshops eru fyri børn.
Adressa: Moll d’Espanya del Port Vell
Opið er frá 9.30-21.00 mánadag til fríggjadag. Um vikuskifti er opið til 21.30.


Tibidabo Tivoli
Ein uttanlandsferð er ikki fullkomin, fyrrenn tú vitjar í tivoli. Í Barcelona eitur tivoliið Tibidabo, og her finnur tú sjórænarar, nýmótans og eldri tivoliferðir, og eitt fantastiskt útsýni yvir býin.
Adressa: Plaza del Tibidabo 3-4
Hygg inn á www.tibidabo.cat - bara opið um vikuskiftini í vár og heyst.


FC Barcelona savnið & Camp Nou Tour
Ein fótbóltsdystur við FC Barcelona stendur óivað høgt á listanum hjá nógvum - um tað ikki ber til, er hetta heilt víst eitt gott nummar tvey. Á Camp Nou Experience sleppur ein afturum sjálvt stadion at vitja skiftirúmini, plássið hjá forsetanum, og at ganga út á vøllin, har sum spælarirnir ganga.
Adressa: Aristides, Maillol 12-18
Savnið er opið frá 10.00-18.30


Zoo Barcelona
Yvir 4000 djór, delfinframsýning og stórt spælipláss er í djóragarðinum í Barcelona. Serligir túrar eru fyri børn, har lívið hjá djórinum verður lýst.
Adressa: Parc de la Ciutadella
Djóragardurin er opin frá 10.00-19.00

Parc Guell
Barcelonasonurin Antonio Gaudí hevur gjørt nógv kend hús í býnum. Men køirnar eru oftani langar at koma inn, og tí er Parc Guell eitt betri hugskot fyri barnafamiljuna, ið vil síggja okkurt av verkinum hjá Gaudi. Fyri børn verða túrar eisini gjørdir, har spøl læra børnini um verkið hjá Gaudí.
Adressa: Casa del Guarda, Park Güell
Opið frá 11.00



At hugsa um tá tú ferðast við børnum

- Vel eitt hotell við rúmligum kømurum. Tað ger ferðina betri fyri bæði børn og foreldur
- Tak ein lítlan vogn við til tey minnu børnini. Gott, um tey skulu sova eina løtu, ella um tit eru úti um kvøldið.
- Ger ting hvør sær - so at mamman sleppur at royna klæði, meðan pápin er á spæliplássinum, og umvent tá pápin vil til fótbólt - ella líknandi.
- Tak ein lítlan bólt við. So kunnu tit altíð spæla eitt sindur, um tit koma til ein grasvøll.
- Et ein góðan døgverða um dagin, í staðin fyri um kvøldið. Tá eru børnini betri fyri, og máltíðin gerst hugnaligari fyri øll.