Barcelona í serflokki

Barcelona er í einum flokki fyri seg í sponsku landskappingini. Teir eru 11 stig frammanfyri Atletico Madrid á øðrum plássi, og 18 stig frammanfyri Real Madrid.

 

Katalanska stórfelagið hevði í kvøld, á pappírinum, eina av torføru uppgávunum, tá teir vóru gestir í Malaga, sum liggur nummar fimm. Men Barcelona er í einum flokki fyri seg, og vann uttan stórvegis hóvasták 3-1.

 

Lionel Messi er júst kosin til heimsins besta fótbóltsspælara fyri fjórðu ferð upp í slag. Tí var útfallið givið, tá Malaga miðvallari var óansin og spældi Lionel Messi púra frían móti egnum málið. Lávaksni bóltsnillingurin fintaði málmannin á dintilin og trillaði bóltin í tóma málið.

 

Í seinna hálvleiki øktu Cesc Fabregas og innskifti Thiago til 3-0, áðrenn Diego Buonanotte minkaði um munin og segði góða nátt við einum máli upp á beinleiðis fríspark.

 

Real Madrid spældi málleysan javnleik móti Osasuna í gjár. Cristiano Ronaldo hevði leikbann eftir fimm gul kort, meðan Kaka varð útvístur. Atletico Madrid greiddi sína skyldu og vann 2-0 á Real Zaragoza.

 

La Liga:

Malaga – Barcelona 1-3 (0-1)