Í kvøld spældi Barcelona seinnu áttandapartsfinaluna ímóti Sevilla í Copa del Rey. Barcelona tapti 1-2 heima í fyrra dystinum. Barcelona vann á útivølli 1-0 á Sevilla, men tá mál á útivølli telja duppult, so er Barcelona úti úr steypakappingini.
Xavi skeyt málið fyri Barcelona. Fyri Sevilla merkir sigurin, at teir nú eru komnir í fjórðingsfinaluna í Copa del Rey. Stutt aftaná málið hjá Xavi rakti Lionel Messi stongina hjá Sevilla, men nærri komu europameistarnir og sponsku meistarnir ikki.
Ímóti dystarenda sendi venjarin, Pep Guardiola bæði Bojan Krkic og Pedro á vøllin, og Barcelona satsaði nógv, men Sevilla megnaði at halda skansan, og teir møta nú Deportivo La Coruña í fjórðingsfinaluni.
I 2009 vann Barcelona allar seks kappingarnar teir tóku lut í: La Liga, Copa del Rey, Champions League, heimsmeistaraskapið fyri felagslið, og Super Cup í bæði Europa og í Spania.
Longu nú kann staðfestast, at 2010 verður ikki eitt líka gott ár, sum 2009 hjá Barcelona, men fyri tað kann tað saktans gerast eitt gott ár.