Barcelona hevur í dag váttað, at Neymar hevur fingið frí frá venjing, tí hann umhugsar framtíðina. Brasilski bóltsnillingurin hevur í summar verið settur í samband við nýríka Paris Saint-Germain, sum er til reiðar at gjalda næstan tvær milliardir krónurnar, sum skulu til.
Les eisini: Tvær milliardir fyri Neymar
Neymar hevur í summar spælt við Barcelona, tá felagið hevur verið á framvísingartúri í USA, men søgurnar hava allatíð verið har. Í dag kom hann aftur til Barcelona og hevur frí frá venjing. Ein talsmaður fyri felagið hevur váttað fyri ESPN, at orsøkin er at Neymar umhugsar framtíðina.
Les eisini: Neymar og læknakanningin
Barcelona vil ikki selja Neymar, men franska Paris Saint-Germain er sinnað at gjalda tað, sum skal til. Allir spælarar í Spania hava eina kravda átekning í sáttmálanum, ið er ein fríkeypsklausul, sum felagið skal góðtaka. Tølini í altjóða milðum siga, at fríkeypsklausulurin hjá Neymar liggur millum 1,5 til tvær milliardir krónur.
Altjóða miðlar eru samdir um, at skiftið hjá Neymar tykist blíva veruleiki. Tað verður eisini gitt, at Barcelona nú er í gongd við at fylla holið er brasilska stjørnuskotið. Philippe Coutinho (Liverpool), Kylian Mbappé (Monaco) og Ousmane Dembélé (Borussia Dortmund) eru millum teirra, sum eru nevndir.
Í løtuni er Paul Pogba heimsins dýrasti fótbóltsspælari. Hann kostaði Manchester United næstan 900 milliónir krónur í fjør. Alt eftir hvørjum miðlum tú lutar eftir, so er líkt til at Neymar kann koma at kosta PSG upp til tvífalt so nógv.