Á døgurða lítlajólaaftan bresta Real Madrid og FC Barcelona saman, ið uppgerðini, sum hevur fingið heitið “El Clasico”. Dysturin verður eisini róptur heimsins størsti landskappingardystur, og longu nú er spælið uttanfyri vøllin byrjað.
Um vikuskiftið vann Real Madrid heimsmeistarakappingina fyri feløg. Cristiano Ronaldo skoraði einasta málið, tá Real Madrid vann 1-0 á Gremio úr Brasil. Eftirfylgjandi er portugisin siteraður fyri at siga, at heldur at spælararnir hjá Barcelona skulu gera eina heiðursmóttøku fyri Real Madrid, nú tá felagið hevur vunnið World Club Cup kappingina.
Í FC Barcelona, sum í løtuni er 11 stig frammanfyri Real Madrid í sponsku landskappingini, er ongin áhugi fyri at klappa fyri Cristiano Ronaldo og Real Madrid, hóast hetta er fyrsti dysturin eftir at heitið kom í hús hjá kongafelagnum.
-Vit gera bara slíkt, tá FC Barcelona sjálvt er partur av kappingini. Tá vit eru partur av kappingini, so gera vit tað, men soleiðis er ikki hesaferð, sigur Guillermo Amor, sum situr í leiðsluni hjá FC Barcelona.
Stríðið millum Real Madrid og FC Barcelona hevur bæði eitt ítróttarligt og eitt politiskt atlit. Helst verður hetta ikki tað seinasta vit hoyra um “El Clasico”, áðrenn dómarin bríkslar í gongd klokkan 12 lítlajólaaftan.