Bárður á Steig Nielsen: Vit ynskja eina breiða samgongu

Tað skal vera ein sterk samgonga, sum nú skal skipast

Tað sigur formaður Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen, tá vit hitta hann seinnapartin um samgongusamráðingar. Sambandsflokkurin hevur, eins og hinir flokkarnir, havt fund í nýggja tingbólkinum í dag, har samgogusamráðingar hava verið umrøddar.

 

– Vit ynskja eina breiða samgongu, sum kundi verið Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Janaðarflokkurin. Tað halda vit vera vert at fara eftir, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Hann vísir á, at um tað ikki ber til hjá teimum trimum flokkunum um at semjast um eina breiða samgongu, so er ein annar møguleiki ein samgonga millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. Tann samgongan hevði havt 18 tingfólk aftan fyri seg og hevði ikki verið ein breið samgonga. Men um annað ikki ber til, so sær Bárður á Steig Nielsen tað sum ein alternativan møguleika.

 

Um talið av aðalráðum, so heldur Bárður á Steig Nielsen, at tað haldast fast við seks aðalráð. Hann heldur ikki, at slakast skal í tí avtaluni longu nú.

 

Ætlanin var at gera broytingar í stýrisskipanarlógin, soleiðis at talið av aðalráðum verður fast ásett í stýrisskipanarlógini. Men tað heldur Bárður á Steig Nielsen var í so nógv at binda politisku skipanina so fasta upp á tað.

 

– Vit eru politikarar, og vit skulu duga at stýra, uttan at binda okkum so fast. Tí tað kann vera neyðugt í onkrum føri, at talið av aðalráðum verður øðrvísi av onkrari orsøk. Tann møguleikin eigur at vera til staðar. Men tað ber til at avtala okkum til eitt fast tal av aðalráðum, sigur Bárður á Steig Nielsen, tá in.fo hitti hann seinnapartin.