Bárður vil ikki tryggja teimum lesandi hægri lestrarstuðul

Lestrarstuðulin var javnaður í august í ár við 7.7 prosentum – hægri enn nøkur onnur almenn veiting. Tí er tað ikki rætt, sum Bárður á Steig sigur, at studningurin til lesandi lækkar næsta ár, tístudningurin er longur javnaður fyri næsta ár.

 

Í fjør var hann javnaður við 2.7 prosentum, sum eisini var einhægri javning enn almenna javningin.

 

Fara vit hinvegin longur aftur í tíð, er søgan ein heilt onnur. Táliggur javningin summi ár á næstan 0 (null) prosentum og tað er tann trupulleikan, vit loysa nú.

 

Lestrarstuðulin verður í løtuni einans javnaður eftir prístalinum.Tá prístalið er høgt, sum nú, verður javningin eisini høg, men táprístalið er lágt, sum tað ofta hevur verði seinastu nógvu árini, er javningin eisini ógvuliga lág og harvið hækkar studningurin at kalla ikki.

 

Bara seinastu trý árini hevur prístalið ligið millum 0.3% og 7.7%. Summi ár hevur prístalið enntá verði negativt og tá hevur verðineyðugt við lóg at forða fyri, at lestrarstuðulin ikki eisini minkar. 

 

Flest aðrar almennar veitingar verða javnaðar við einum miðaltaliav prístalinum og lønarvøkstrinum. Tað tryggjar ein javnanvøkstur í upphæddini ár um ár, eins og aðrar almennar veitingar.Tað tryggjar verandi javning av lestrarstuðlinum ikki.

 

Tí átti Bárður á Steig Nielsen heldur fegnast saman við teimumlesandi, at teimum nú er tryggja ein hækkandi studning ár um ár.