Tað er ósamsvar millum føroyskar og danskar myndugleikar um úrslitið av fundinum, sum danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, høvdu í Havn sunnudagin.
Sambært danska verjumálaráðharranum varð semja fingin um at styrkja verjusamstarvið millum Danmark og Føroyar.
– Vi har aftalt at styrke det i forvejen gode og tætte samarbejde mellem Danmark og Færøerne, segði Jeppe Bruus við TV2 eftir fundin.
Men Bárður á Steig Nielsen vísir hesum burtur.
Við Kringvarpið sigur hann, at eingin nýggj verjuavtala varð gjørd.
– Vit hava havt ein fund, har vit fóru ígjøgnum tey viðurskifti, sum longu eru í gongd. Tað snýr seg millum annað um Nato-venjingarnar Arctic Endurance og Arctic Sentry, har Føroyar hava sagt, at vit fegin vilja luttaka, tá virksemi verður í Føroyum, sigur hann.
Ikki bara Jeppe Bruus hevur tosað um eina avtalu.
Í einum tíðindaskrivi frá danska verjumálaráðnum sunnudagin stóð, at Danmark og Føroyar eru vorðin samd um, at danska verjan stigvíst skal hava størri nærveru í og kring Føroyar í samstarvi við føroyskar myndugleikar.
Eisini Ritzau skrivaði sunnudagin, at danski verjumálaráðharrin hevði gjørt avtalu við Bárð á Steig Nielsen um størri hernaðarliga nærveru í Føroyum.
Jeppe Bruus skrivaði harumframt á Facebook, at hann og føroyski landsstýrismaðurin vóru vorðnir samdir um at styrkja verjusamstarvið.
Málið hevur eisini elvt til kjak í Føroyum.
Jenis av Rana, sum er limur í Uttanlandsnevndini, hevur funnist at, at nevndin ikki varð kunnað um fundin og tær avtalur, sum danska síðan tosaði um.
Við Kringvarpið segði hann í gjár, at limirnir í Uttanlandsnevndini frættu um fundin og tær nevndu avtalurnar gjøgnum miðlarnar.
##med2##
##med3##













