Pärnu Kammerkoor úr Estlandi vitjar í Føroyum næstu dagarnar og fer at halda konsertir í Føroyum.
Fríggjakvøldið 7. august klokkan 20 verður konsert í Vesturkirkjuni, og sunnukvøldið 9. august klokkan 19 verður konsert í Gøtu kirkju.
- Kórið, sum varð stovnað í 2001, hevur verið sera virkið og hevur havt nógvar sera góðar framførslur. Kórið hevur framført nógvan ymiskan tónleik - alt frá Jólaoratorium hjá Bach og estlendskum klassikarum til Chess hjá ABBA og Snjódrotningin hjá Olav Ehala.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at Pärnu Kammerkoor eisini hevur framført á ymiskum støðum - alt frá smáum kirkjum til stórar konserthallir.
- Kórið hevur eisini luttikið í Song Battle-kappingini í estiskum sjónvarpi og hevur verið á konsertferðum í Týsklandi, Russlandi, Svøríki, Georgia, Danmark og Eysturríki, og nú er túrurin komin til Føroyar.
Sagt verður um kórið, at tey eisini hava luttikið í fleiri kappingum við góðum úrslitum, sum t.d.:
* 2008: 1. pláss í estisku kappingini fyri blandað kór og gullheiðursmerkið á fólkasangkappingini "Evropa og sangir tess" í Barcelona.
* 2012: Gullprógv á fólkasangstevnuni á altjóða kórfestivalinum í Pärnu.
* 2014: Silvur- og gullprógv á altjóða kórstevnuni, Kaunas Cantat.
* 2015: Gullprógv í blandaða kórbólkinum á altjóða kórkappingini við Anton Bruckner-løgum í Eysturríki, umframt servirðisløn fyri framførsluna av "Kvøldsins vakurleiki" (Õhtu ilu) hjá Pärt Uusberg.
* 2024: 1. pláss á 17. Kamarkórfestivalinum í Estlandi og 1. pláss í Bad Ischl í Eysturríki.
- Kórið hevur givið út fløgur, og eitt nú var fløga teirra frá 2011 kosin at vera "Ársins kórfløga 2011" av estiska kórsambandinum.
Sagt verður, at kórleiðarin, Elo Kesküla, er útbúgvin tónleikalærari og kórleiðari og hevur gjørt nógvar útsetingar til kór, ensemble og orkestur.
- Fleiri ferðir um árið er kórið á venjingarlegum, har stórur dentur verður lagdur á intensiva ræddar-venjing.
At enda verður sagt, at á Føroyavitjanini fer kórið eisini at syngja á konsertini og gudstænastuni í gjónni við Gjógv, sunnudagin 9. august klokkan 15.
##med2##












