Í einum uppslagi á sosiala miðlinum X skrivar hann, at Fifa hevði givið honum greið boð um, at tað fór at gagna jordanska fótbóltssambandinum, um hann alment stuðlaði Infantino.
– Í fleiri mánaðir noktaði Fifa at hjálpa okkum við ymiskum trupulleikum. Men undir HM fekk eg munnliga at vita, at um eg stuðlaði Infantino, fór tað at vera ein stór hjálp fyri okkara fótbóltssamband, skrivar Ali bin al-Hussein.
Hann kallar hetta fyri trýst og avpressing.
Jordanski fótbóltsforsetin vísir á tríggjar ítøkiligar trupulleikar, sum sambært honum hava rakt landið.
Millum annað sigur hann, at jordanskir áskoðarar høvdu trupult við at sleppa inn í USA undir HM, hóast teir høvdu atgongumerki til dystirnar.
Harumframt varð Jordan, sambært honum, skattað av USA gjøgnum Fifa, meðan lið, sum høvdu støð í Kanada og Meksiko, sluppu undan hesum.
Eisini sigur hann, at Jordan framvegis ikki hevur fingið vinningin útgoldnan fyri luttøkuna í Arab Cup, sum varð spæld í Katar í desember 2025.
Ali bin al-Hussein ger greitt, at jordanska fótbóltssambandið ikki fer at stuðla Gianni Infantino.
– Í Jordan eru vit errin av okkara etisku virðum. Vit stuðlaðu ikki Infantino fyrr, og tað fara vit heldur ikki at gera nú. Hetta kann bert lýsast sum trýst og avpressing, og tað boyggja vit okkum ikki fyri, skrivar hann.
Skuldsetingarnar koma, eftir at fleiri evropeisk fótbóltssambond hava vent Fifa-forsetanum bakið.
Um vikuskiftið boðaði formaðurin í Danska Fótbóltssambandinum, Jesper Møller, frá, at DBU hevur mist álitið á Gianni Infantino.
Síðani hava eisini fótbóltssambondini í Svøríki og Wales alment tikið stuðulin til eitt endurval av Infantino aftur.
Eisini Christian Andreasen, forseti í føroyska Fótbóltssambandinum sigur seg taka frásøðu frá Infantino.
Misnøgdin stavar millum annað frá ætlanum hjá Fifa-forsetanum um at selja partar av rættindunum til kappingar hjá Fifa til privatar fyritøkur.











