Rigmor Dam,
valevni í Havn
Heimasíða: www.rigmordam.subnet.dk
Væl at merkja ordiligum plássum, sum býráðið stendur fyri og gjaldar við okkara skattapengum.
Í løtuni standa eini 400 børn á bíðilista og er tað avgerandi neyðugt, at allar hesar familjur fáa tilboð um pláss í einum tryggum og mennandi umhvørvi, við einum høgum pedagogiskum støði.
Í mínum hugaheimi er barnaansing ein uppgáva - ikki ein trupulleiki.
Vit foreldur ynskja sjálvi at kunna velja hvønn ansingarhátt okkum líkar best. Tað veri seg barnagarð, dagrøkt ella útibarnagarð. Eisini vilja vit frítt kunna velja tann stovn vit ynskja. Harumframt eiga systkin sjálvsagt at ganga á sama stovni, og systkinaavsláttur eigur at vera givin. Tíverri er veruleikin í dag, at eingi av hesum krøvum eru sjálvsøgd.
Onkur hugsar kanska at nú er nóg mikið sagt og skrivað um barnaansing og nóg nógv lyfti givin. Men eitt er eyðsæð - nógv fólk eru rakt av hesum trupulleika. Eini 400 børn standa á bíðilista, hesi hava tvey foreldur í part. Og hetta er so avgjørt ein trupulleiki, sum rakar alla familjuna, systkin, ommur og abbar. Øll eru tey partur av gerandisdegnum hjá familjuni, sum ikki veit síni livandi ráð um hvussu tey fáa morgindagin at hanga saman.
Spurningurin er sera einfaldur. Um politiskt valdu umboðini vilja seta neyðugu upphæddina av til endamálið, so kann tørvurin nøktast innan heilt fá ár.
Í hesum sambandi er vert at nevna, at Javnaðarflokkurin er einasti flokkur, sum hevur bundið seg til at raðfesta barnaansingartrupulleikan allarfremst. Hetta krevur tó ein sterkan Javnaðarflokk í býráðnum og heiti eg tí á teg um at seta kross við meg ella lista C.