Barnabókin alt annað enn hótt

? Taka vit limatalið í Barnabókaklubbanum sum eina ábending, hevur barnabókin

ongantíð havt tað so gott sum nú. Men vit ásanna, at tað er lættari at halda børnum undir skúlaaldri til,

enn teim stóru, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags

 

 

Árið í fjør var eitt gott ár hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. Útgávurnar vóru ikki færri enn 43 í tali, tað mesta í nógv ár, og Barnabókaklubbin fekk fleiri nýggjar limir.

? Taka vit limatalið í Barnabókaklubbanum sum eina ábending, er barnabókin alt annað enn hótt. Men vit ásanna, at tað er lættari at halda børnum undir skúlaaldri til, enn teim stóru og ungu. Ein orsøk til tilgongdina er uttan iva, at foreldur eru tilvitað um, hvussu týdningarmikið tað er, at børn hoyra søgur. Tey brúka møguleikan at skapa eina nærveru og samveru við barninum saman við eini bók í friði og náðum. Bókin gevur nakað, sum hini tilboðini ikki kunnu kappast við. Men tá ið vit koma til størru børnini og tey ungu, merkist kappingin frá telduspølum, sjónvarpi og øðrum. Vit hoyra ofta frá foreldrum, at um tað mundið, tá ið børn sjálv byrja at lesa av álvara, so tíma tey ikki longur at vera limur í Bókaklubbinum. Í tí aldursbólkinum missa vit fleiri limir. Summi foreldur halda kortini fram við at halda børnunum til, um ikki annað so bert fyri at fáa bøkurnar, tí kanska vendir áhugin aftur. Onnur foreldur taka til eftirtektar, at børn velja onnur tilboð fram um bókina. Vit høvdu ynskt, at har vóru fleiri lesarar, tí tað eru hesar bøkurnar, sum kosta okkum mest at gera. Hinvegin verða hesar nógv brúktar í skúlunum. Royndir vísa, at eru børn frá barni av von við at hoyra søgur, koma tey altíð aftur til bókina, hóast tey fella frá eina tíð. Og kemur ein bók út til størri børn og ung, sum er nakað serligt, klárar hon kappingina við hinar miðlarnar. Eg síggi bjart uppá framtíðina hjá barnabókini, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Barnabókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags er farin undir fimtanda útgávuárið. Tilgongdin av limum hevur verið støðugt líka síðani byrjan og í dag eru 1650 limir. Bókaklubbin er býttur í fýra aldursbólkar og tilsamans fáa limirnir í minsta lagi 28 bøkur á hvørjum ári. Orsøkin til, at tilgongdin av limum øktist í fjør, metir Niels Jákup Thomsen vera, at Bókadeildin fór undir at gera eitt betri og størri limablað í litum við nógvum tíðindum og tilboðum.

? Fólk varnast okkum betur í dag av tí sama, sigur hann.

Longu tá ið barnið verður borið í heim, á einum av teim trimum sjúkrahúsunum í Føroyum, hevur mamman møguleika at tekna barnið sum lim. Tey nýføddu fáa eina bók til gávus og nógv gera brúk av tilboðnum og melda børnini inn.

? Eisini heilsusystrarnar, serliga tær, sum arbeiða úti um landið, gera vart við okkum og heita á foreldur um at melda børnini til.

Bókaklubbin grundarlagið

Mest sum allar bøkurnar, ið koma til tey smæstu og stórur partur av tí, ið verður givið út til størri børn og ung, verða samprentaðar við onnur forløg úti í heimi. Tað er ógvuliga dýrt at prenta litríkar bøkur, men í prentsamstarvi við onnur forløg í øðrum londum kann prísurin á bókini vera nógv lægri enn hann annars hevði verið. Uttan samprent, hevði kostnaðurin á bókunum verið fýra ferðir so stórur.

? Var Barnabókaklubbin ikki, hevði Bókadeildin ikki havt møguleika at geva so nógvar bøkur út sum vit gera. Tí hóast talan er um dygdargóðar og virðislønar bøkur, er marknaðurin fyri týddum bókum ikki stórur í Føroyum. Av tí, at vit hava Bókaklubban vita vit, at vit sleppa av við eitt ávíst tal av bókum. Vit sleppa at kalla av við allar bøkurnar. Um ikki beinanvegin, so eftir fáum árum, sigur Niels Jákup Thomsen.

Vansin við samprenti er, at valið av útgávum ikki einsamalt er Bókadeildunnar.

? Tað er rætt, men hinvegin so er úrvalið av samprentsbókum so stórt og breitt, at við at vera við í samprenti kunnu vit fáa tað besta burtur úr útgávum aðrastaðni, velja tær frægastu út og geva tær út á føroyskum, sigur Niels Jákup Thomsen.

Bókadeildin hevur avmarkað seg til at samstarva við forløg í Onglandi, Týsklandi, Noregi, Svøríki og Danmark.

Í tann mun arbeiðsorka og pengar eru til tað, arbeiðir Bókadeildin eisini við øðrum útgávum, bæði bókum og fløgum.

? Vit hava nærum bara góðar royndir í so máta. Tá ið tað snýr seg um aðrar útgávur enn barnabøkur, leggja vit doyin á, at geva bøkur út, sum vit rokna við fara at selja væl og tískil kunnu geva eitt íkast til virksemið hjá okkum annars.

Av slíkum útgávum í ár kunnu vit nevna Veðrið í Føroyum í 120 ár, sum Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, skrivar og Alan Brockie tekur myndirnar til. Eisini ein fiskakókibók er á veg, sum næmingar í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna leggja til rættis.

Føroyskt og útlendskt

Tað er langt millum útgávurnar av upprunaføroyskum barnabókum. Í heyst komu tvær, báðar til smábørn, og í vár kemur ein, eisini til smábørn. Tað er Flosi fer í føðingardag eftir Marionnu Debes Dahl. Guðrið Poulsen ger myndirnar. Ið hvussu so er tvær aðrar upprunaføroyskar barnabøkur til smábørn koma í ár afturat.

Serliga norðurlendskar útgávur mynda fimtanda útgávuárið hjá Bókaklubbanum. Ein teirra er íslendsk, sum í fjør fekk fagurbókmentaliga virðisløn sum tann fyrsta barnabókin nakrantíð. Av øðrum útgávum kunnu vit nevna tvær Harry Potter útgávur, sum koma í ár. Hesar koma ikki í Bókaklubban.

? Vit hava einki føroyskt handrit liggjandi. Saknur er á føroyskum bókum til størri børn og ung, og tað er ikki nakað nýtt. Vit hava áður skrivað kappingar út, tað hevur eydnast væl viðhvørt og minni væl viðhvørt. Vit hoyra frá fólki, sum hava hugskot til bøkur, at tey ikki rættiliga hava umstøður og tíð, og tað er heilt einfalt orsøkin til, at ikki meiri kemur út á føroyskum. Tað er eitt ódnartak hjá fólki at skriva eina bók samstundis sum tey hava annað arbeiði, sigur Niels Jákup Thomsen.

Sum skilst verður síðsta hond løgd á Mentanarvirkisætlanina hjá Landsstýrinum nú, og eftir ætlan kemur hon til aðalorðaskifti í Løgtinginum í vár. Niels Jákup Thomsen hevur góðar vónir til Mentanarvirkisætlanina.

? Tað skuldi verið líka so góðir møguleikar fyri at fáa starvsløn fyri at skriva eina ungdómsbók ella eina barnabók sum aðrar bókmentir. Eg havi ta álit á teimum, sum taka dagar ímillum, hvør skal hava starvsløn, at barna- og ungdómsbøkur verða raðfestar líka høgt sum aðrar. Um barnabókaútgáva fær serligar sømdir í eini slíkari virkisætlan, veit eg ikki um eg skal tora at vóna. Eg havi ikki varugan av, at tað verður mett sum nakað serligt at skriva til børn og ung í Føroyum. Men í veruleikanum er tað ein størri avbjóðing.

Er langt millum útgávurnar av føroyskum barnabókum, er enn longri millum bøkurnar, sum lýsa føroyska nútíðarsamfelagið.

? Norðurlendskir rithøvundar, sum skriva til børn og ung taka alla tíðina evni upp, sum eru uppi í tíðini. Ein gongd leið er at skriva út kapping, har evnið skal vera nútíðin. Tað er ógvuliga spell, at føroysk børn ikki kunnu lesa um nútíðarsamfelagið í bókmentum, sigur Niels Jákup Thomsen.

Málið í føroyskum barnabókum hevur mangan fingið skot fyri bógvin. Fólk hava víst á, at málið er ov knortlut, tungt, fornt og ókent fyri børnini. Niels Jákup Thomsen sigur, at tað er langt síðani, at hann seinast hoyrdi slíkar atfinningar.

? Vit áleggja týðarum at brúka eitt gott mál. Málið eigur at vera soleiðis, at børn tíma at lesa bøkurnar og at foreldur ikki kasta bøkurnar frá sær orsakað av málinum. Talumál og slang kann væl koma fyri, har tað er uppá sítt pláss. Málið í bókunum má fylgja við tíðini, tí tað er einki endamál í at geva bøkur út, sum børn ikki tíma at lesa.

Avmarkað orka

Bókadeild Føroya Lærarafelags fær á hvørjum ári játtan á Løgtingsfíggjarlógini. Stuðulin er 1 mió. kr. og umsetningurin liggur um 2,5 mió. krónur, onkuntíð upp ímóti 3 mió. krónum.

? Vit søkja á hvørjum ári um at fáa størri játtan, men enn er tað ikki eydnast. Í grundini fær landskassin væl og virðiliga pengarnar aftur. Vit hava brúk fyri at fáa eitt fólk í starv afturat soleiðis at vit kunnu gera meiri við upprunaføroyskt tilfar, men í løtuni hava vit ikki umstøður til tað, sigur Niels Jákup Thomsen at enda í viðtali.