Jólakalendarin hesaferð er teknaður av Bent Erdland. Jólakalendarin lýsir sera heppi virksemið hjá Barnabata í Føroyum og øðrum Red Barnet felagsskapum í Norðanlondum og vísir somuleiðis á onnur lond, har slíkir felagsskapir virka ella útinna arbeiði sítt.
Jólakalendarin fæst í øllum Shellstøðum kring landið, er talmerktur og er samstundis ein lutaseðil. Høvuðsvinningurin er ein páskatúrur 2005 við Smyril Line í 1 viku í Danland fyri 2 vaksin og 2 børn við bili aftur og fram.
Kostnaðurin er 40 kr. eintakið, og fer peningurin óskerdur til arbeiðið hjá Barnabata.
Endamálið hjá Barnabata er at betra um korini hjá børnum í Føroyum og og øðrum londum, har korini ofta eru sera ring hjá hesum bólki. Hetta verður gjørt í samstarvi við aðrar líknandi stovnar, sum allir arbeiða við atliti til sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi barnanna. Sáttmálin er enn ikki ein partur av føroyskari lóggávu, men Løgtingið samtykti fyri meira enn tíggju árum síðani tvs. 9. apríl 1992 at hesin sáttmáli skuldi vera galdandi fyri Føroyar. Føroyar hava við staðfestingini átikið sær at tryggja, at rættarstøða barnanna - í lóggávu og fyristingarligari siðvenju - eru í samljóð við endamálið við sáttmálan-um.
Barnabati varð stovnað 22. mars 1980, t.e. árið eftir altjóðað barnaárið 1979. Tá vóru fleiri lokalfeløg runt um í landinum við ymiskum aktivitetum, men sum fráleið minkaði aktiviteturin, tí hesin var so bundin av ávísum persónum. Tí eg tað bert Landsfelagið í Havn, sum enn er virkið, og ætlandin er komandi ár at verða meira sjónlig aftur.
Barnabati hevur umboð í Føroya einkjugrunni, í stýrinum hjá Føroya Barna-heimi og í húsaráðnum fyri Margarinfabrikkina í Havn.
Nevndin er soleiðis skipað í løtuni: Hensia Einarsson, formaður, Súsanna í Stórhúsi, kassameistar, Jákup Mørkøre, skrivari, Peturbjørg Jensen, nevndarlimur, Elna Strøm, nevndarlimur.