Barnabati kunnar um barnarættindi

Í dag er Barnarættindadagur ? og í hesum sambandi fer Barbabati at seta í gongd samstarv við allar kommunur í Føroyum at kunna um ST Barnarættindasáttmálan.

Í samband við Barnarættindadagin í dag, 20.november, fer Barnabati at seta í gongd samstarv við allar kommunur í Føroyum til tess at kunna meira um ST Barnarættindasáttmálan. Hetta verður gjørt við at kommurnar kunnu gera avtalu við Barnabata um at fáa nýggja familjuvinarliga barnarættindafaldaran prentaðan til t. d. hvørt húsarhald, til skúlar, dagstovnar, ungdómshús og onnur áhugað.

Faldarin verður framleiddur av Barnabata, og er í vøkrum litum og boðar frá, at hann er fyri øll at lesa og skilja. Talan er um ta einfaldu útgávuna, sum eisini hevur styttri frágreiðingar, sum siga við dagligari talu, hvat tað merkir. Kommunurnar bera kostnaðin av faldaranum, meðan Barnabati avgreiðir alt viðvíkjandi framleiðsluni og bjóðar eisini kommunum almennar fyrilestrar, har fólk frá Barnabata koma út at greiða frá, hvat Barnarættindasáttmálin merkir í gerandisdegnum hjá børnum.

Í samband við Barnarættindadagin í fjør framleiddi Barnabati faldaran á fyrsta sinni, og Tvøroyrar Kommuna lat prenta faldara til hvørt húski í Tvøroyrar Kommunu. Samstundis skipaði Barnabati fyri tiltaki fyri børnum og ungum, sum ganga í Pakkhús 4 á Tvøroyri.

Seinastu árini hevur Barnabati javnan verið úti á skúlum og ungdómshúsum og greitt serliga tannáringum frá teirra rættindum. Eisini er stórur áhugi fyri at hoyra um, hvussu Barnabati kann hjálpa børnum og ungum, hvørs rættindi ikki verða vird. Á hvørjum ári venda fleiri hundrað børn og ung sær til Tú & Eg ráðgevingina hjá Barnabata, og ein stórur partur av teimum hevur tørv á hjálp, tí teirra rættindi ikki verða vird.