Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs 2023 fekk Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri Mína Jólabók.Nevnt var í grundgevingini, at bókin hevur mong ár á baki, síðani 1950, og hevur fylgt tíðini og hevur broytt snið.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði og Niels Jákup Thomsen, stjóri, tók ímóti og takkaði fyri vegna Bókadeild Føroya Lærarafelags. Eini høvdu ritstjórarnir, Turið Kjølbro og Beinta Johannessen, orðið og greiddu tær frá arbeiðinum at ritstjórna og at dagsføra bókina, ið er komin árliga í mong ár.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##