Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum: Her er trivnaður bæði fyri smá og stór

Í næstum verður eitt rættiligt skifti á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Tá koma yvirlæknin Odmar Færø og deildarsjúkrasystirin Tove Thomsen at leggja frá sær eftir at bæði hava starvast á deildini í ártíggir

Eitt slíkt skifti er eitt gott høvi at umrøða Barnadeildina og virksemið á henni.
Vit hava hitt starvsfelagar hjá teimum báðum at fáa meira at vita um hesa deild, sum tað annars ikki frættist so nógv um.

Upprunin til Barnadeildina
Um upprunan til Barna­deildina greiðir Olina Niclas­sen, fyrsta deildar­sjúkrasystir á Barnadeildini, frá í blaðnum hjá sjúkrasystrafelagnum, Vøka, at hon hevði arbeitt niðri og kom heim í 1953 og bað um arbeiði á Dronning Alexandrines Hospital. Hon var tá biðin um at fara inn á barnastovuna, tí har var eingin, sum hevði royndir innan barnarøkt. Sjálv hevði hon í Danmark lært til sjúkrasystur á barna­sjúkra­húsinum á Dronning Louise Hospital í Keypmannahavn
Barnastovurnar vóru á niðaru gongd, á Deild B, og tær vóru nr. 13 og 14. Á hesum stovum kundu tað vera 34 børn, men so lógu tey eisini sum sild í tunnu. Vanliga vóru 24 børn, og tey vóru frá nýføðingum og upp til 6 ára gomul. Børn, sum vóru vánalig, lógu aðra staðni á sjúkrahúsinum og børn við smittandi sjúkum vóru á “epidemi.” Var nógv at gera kundu tær vera upp til tríggjar um børnini um dagin, ein sjúkrasystir, ein næmingur og ein eyka hjálp frá kl. 14-22. Alt gekk fyri seg inni í stovunum, har vóru børnini vaskað í balju ella við tað stóra vaskið, sum var inni í stovuni. Tá ið pláss var, høvdu tey smá borð og stólar til børnini inni á stovuni, annars var eisini møguleiki at fara út í garðin at spæla.
Nógv er sjálvsagt broytt til tað betra. Hetta er ikki minst hjá børnum, sum vóru fødd við mjadnafeili, sum tað vóru nokk so nógv av. Hesi skuldu liggja í strekk í eini tvey ár. Ofta vórðu tey send til Kysthospitalet í Kalundborg, og tað kundu ganga heili ár, áðrenn tey sóu foreldrini aftur. Tá tosaðu tey bert danskt.
Nú verða kannað fyri hetta brek, tá børnini er fødd, og er henda langa viðgerð søga.

Barnadeild verður sett á stovn
Tað var í 1967, at Barnadeildin varð sett á stovn. Hon helt tey nógvu fyrstu árini til á B4 á tí tá nærum nýbygda Landssjúkrahúsinum.
Guðrun Mikkelsen, sum nú er sjúkrasystir á Barna­deildini, greiður frá, at hon var millum fyrstu sjúkling­ar­nar á Barnadeildini. Hon var tá níggju ára gomul og innløgd fyri lungnabruna. Guðrun minnist, at hon bleiv borin yvir á ta nýggju Barna­deildina. Hetta var fyrstu ferð, at hon var í einum elevatori, og eitt slíkt upp­livilsi verður ikki gloymt.
Barnadeildin heldur nú til á B5. Hæddin er helvt um helvt seingjardeild og deild til ambulanta viðgerð. Støddin á seingjadeildini hevur verið eitt sindur skiftandi, men nú er hon normerað til 10 børn. Men tað kemur eisini fyri, at tað eru fleiri børn enn hesi.
Vitjandi høvdu fyrr onga atgongd til barnastovurnar. Tey sluppu at síggja børnini gjøgnum ein rút, sum var í hurðini. Tá so børnini sóu foreldrini í rútinum, vórðu tey sjálvandi ólukkulig um ikki at kunna koma foreldr­unum nærri.
Nú verður lagdur stórur dentur á at skapa trivna fyri børnini. Tí er nú eisini møgu­leiki fyri at foreldur kunnu leggjast inn saman við barni­num. Hetta er í sær sjálvum ein stór broyting og bati.
Á deildini eru fýra stovur, her­av er ein “avbyrgingar­stova,” tá talan er um smittu­vanda.
Børn sum koma á Barna­deildina eru frá 1 viku gomul til og við 14 ár.
Hetta merkir eisini, at her eru børn í skúlaaldri. Men koma tey at liggja leingi, hava tey rætt til at fáa lærara. Hetta er tó minni vanligt nú, enn tað hevur verið. Fyrr kundu børn við brotnum beini liggja leingi í strekk. Men nú eru viðgerðar­hættirnir øðrvísi og innleggingartíðin styttri. Framvegis er tó longri sjúkra­lega við lærbrot.

Odmar hevur eisini verið í Saudi Arabia og Grønlandi
Eitt arbeiðspláss verður fyrst og fremst myndað av leiðsluni, og her hevur tað síðan í 1980-unum verið Tove Thomsen sum deildar­sjúkrasystir og Odmar Færø sum yvirlækni.
Odmar Færø kom til deildina sum konsulentur í 1982, og í 1984 varð hann settur fyrsti yvirlækni á Barnadeildini. Hann er sonur Elsu og Oluf Færø av Toftum, og hann er giftur við Jonnu f. Johannesesen úr Klaksvík. Tey eiga sonin Odmar.
Odmar hevur nógvar royndir. Hann hevur arbeitt bæði í Saudi Arabia og í Umanak í Grønlandi. Hann er annars eisini kendur sum gamal fótbóltsspælari og sum sangari. Hansara tónleikara­evni hava tey eisini merkt á Barnadeildini.

Verið á Barnadeildini alt sítt arbeiðslív
Tove hevur verið deildar­sjúkrasystir á Barnadeildini síðan 1. oktober 1988. Áðrenn tað var hon assisterandi deild­arsjúkrasystir. Hon hevur arbeitt alt sítt arbeiðs­lív á Barnadeildini, t.v.s. síðan hon var útlærd í 1975.
Tove er úr Klaksvík. For­eldr­ini hjá henni vóru Jon­hild f. Dam, ættað úr Havn, og John Thomsen, ættaður úr Porkeri.
Maðurin hennara er Jan Müller. Børnini eru John, Durita og Eyðun.
Starvsfólkið ber Tove, at hon er stuttlig, álítandi og góð við starvsfólkið. Burtur sæð frá arbeiðinum er tað heimið og familjan, sum hevur havt hennara stóra áhuga, og har hon nýtir sína orku.

Hava skapað góðan trivnað á deildini
Tey bæði, Tove og Odmar hava arbeitt væl saman, eins og tey hava dugað sera væl at samstarva við starvsfólkið á deildini.
Tað verður eisini látið sera væl at trivnaðinum hjá teimum, sum arbeiða á Barna­deildini. Her er sera gott samanhald millum starvs­fólkið. Hetta er ikki minst takk­að verið teimum báðum leiðar­anum, sum nú leggja frá sær. At trivnaðurin er góður sæst eisini av, hvussu leingi fólk er í starvi. Tað eru fleiri teirra, sum hava verið í starvi síðan í 80-unum ella meira enn 20 ár.
Starvsfelagarnir siga, at tær koma at sakna Tove og Odmar sera nógv. Tey hava skapt ein góðan anda um seg, og hetta hevur eisini merkt, at tað ikki hava verið nakrir sum helst trupulleikar av týdningi á deildini, og tað er ikki nøkur sjálvfylgja á einum arbeiðsplássi.

Gerandisdagurin á deildini
Tað starvast tríggir læknar fast á Barnadeildina, ið eisini umfatar ambulanta viðgerð og føðideildina.
Á deildini eru 3-4 sjúkra­systrar til arbeiðis gerand­isdagar. Á kvøldi, um náttina og vikuskifti eru tvær.
Umframt er eisini ein pedagogur á deildini. Upp­runaliga var hetta hildið at vera óneyðugt. Men skuldi tað vera, so skuldi tað vera eitt mannfólk. Konufólki var nóg mikið av á deildini, varð hildið tá.
Setan av pedagogi er gjørt ásannandi, hvussu týdning­armikið tað er at skapa trivnað fyri børnini. Í hesum starvi er Esther Djurhuus og er hon saman við hinum á deildini við til at skapa børnunum eitt umhvørvi, har tey trívast væl.
Esther skrivar eisini í Vøku í 1999, at glað og trygg børn verða skjótari frísk. Hon hevur eisini gjørt eitt spæl til børnini, sum er í sama blaði.
Víst hava tey merkt til sparingar á deildini, men hesar hava tey duga at tilpassa seg. Undir kreppuni í 1990-unum var ætlanin at steingja Barnadeildina í viku­skiftunum. Men starvs­fólkið mótmælti hesi ætlan. Tað var ikki hildið at bera til at flyta børn frá eini barnadeild til eina vaksnamannadeild. Hetta var eisini tikið til eftirtektar.

Bæði “vanligar sjúkur” og barnasjúkur
Samb. hagtølum frá seinna­partin av 90-unum var tað mest vanliga sjúkur í lung­um og andaleiðini, sum børn vóru innløgd fyri, næst­mest var tað sjúkur í sodningar­lagnum.
Samlaða talið av inn­leggingum var í 2008 1464, meðan ambulantar viðgerðir vóru 1368. Hetta er nakað meira enn í 2007.
Ein bólkur av sjúklingum eru børn, har gruni kann vera um, at tey hava damp ella okkurt líknandi. Tá koma tey á Barnadeildina at fáa kannað, um tað kunnu vera likamligar orsøkir til teirra støðu. Tað hendir eisini ofta, at sálarligt fortreð merkist sum likamlig sjúka.
Undir ávísum umstøðum ber til at koma á deildina uttan tilvísing frá lækna.

Væl nøgd børn.....
Í 1999 gav sjúkrasystrarfelagið út eitt serblað av Vøku um Barnadeildina. Her er nógvur forvitnisligur lesnaður, sum váttar, hvussu væl deildin hevur verið skipað.
Her er ein hugalig frásøgn frá sjúklingi sum sjey ára gamal hevði brotið lærið. Hann greiddi m.a. soleiðis frá:
“Uppi á Deild 4 hevði eg tað so gott, tí at sjúkrasystrarnar vóru so góðar við meg, og kon­urnar, sum góvu mær døg­urða, vóru ógvuliga fittar.
Hvønn morgun, tá eg vaknaði, kom ein kona at vaska mær og lata meg í rein klæði. Eg bleiv kallaður ein prinsur, tí tær gjørdu alt fyri meg, og eg gjørdi einki sjálvur.
Hvønn morgun ... bað eg mammu tendra playstation og sjónvarpið fyri meg. Tá eg ikki tímdi at spæla meira við tað, bað eg mammu trilla meg inn í spælistovuna, og har var nógv at spæla við og nógv ymiskt, sum man kundi tekna og klippa. Har var ein kona, sum dugdi so væl at hjálpa okkum. Mær dámdi so væl at vera har, tí har teknaði eg, klipti, legði perlur, spældi við bilar og hugdi at teknifilmi, og har vóru nógv onnur børn. Tað komu nógv at vitja meg, og eg fekk bæði bomm, pengar og nógv leikutoy. Tá eg var farin at sova, komu tvær fittar konur at ansa eftir mær. Onnur av teimum hermdi altíð eftir Greytasleiki, og tá flenti eg so hart, tí eg helt, at tað var so stuttligt.
Eg mátti fáa undirvísing, og tað kom ein so fitt lærarinna hvønn dag at læra meg at skriva, rokna og lesa.

....og foreldur
Ein mamma skrivaði:
Eg eri mammu gentu, ið er 3 ára gomul, og sum hevur verið innløgd á Barnadeildini. Vit hava sum foreldur yvirhøvur verið nøgd við tað arbeiði, sum hevur verið gjørt á Barnadeildini. Sjúkra­systrarnar hava verið fyrikomandi og hjálpsamar, klárar til vegleiðing, um tað hevur verið neyðugt.
Eisini hevur tað verið gott, at læknar og sjúkrasystrar hava givið sær stundir at práta við dótrina og á ein róligan hátt at greiða frá, hvat ið skal fara fram.
Tað ber til at fáa meira at vita um Barnadeildina inni á www.barnadeildin.fo
Fróði Joensen og Elmar Ósa eru nú barnalæknar, og deildarsjúkrasystir verður Sólfríða Helmsdal.
Tað verður móttøka fyri fyri Tove og Odmar fyri starvsfólk á Landssjúkra­húsinum fríggjadagin kl. 14.
Vit ynskja teimum alla eydnu framyvir.

ó