Vit foreldur kenna øll støðuna. Hetta við teimum trimum valmøguleikanum á sjónvarpsskíggjanum. Skulu vit velja danskt, enskt ella kanska íslendskt mál, tá vit loyva okkara smáu børnum at síggja ein annars frálíkan barnafilm, ið vit júst hava keypt sum ítskoyti til tær mongu frálíku barnabøkurnar, ið tíbetur eru á føroyskum.
Ongin av hesum valmøguleikum er tann rætti. Tvørturímóti kunnu teir avlaga málførleikan. Og vit síggja tað enntá javnan, at børnini velja eitt fremmandamál framm um móðirmálið, tá tey spæla saman.
Játtan sett á fíggjarlógina
Vón er tó fyri framman. Tí í góðum samstarvi við landsstýrismannin í mentamálum hevur nú eydnast at skapt møguleika fyri at fáa flutt nakað av fjølbroytta og góða margmiðlatilfarinum til tey smæstu yvir í føroyskt mál.
Enn er upphæddin til hetta arbeiðið ikki tann heilt stóra. Men 400 túsund krónur á fíggjarlógini fyri 2008 eru í øllum førum ein byrjan, tá vit hugsa um, at vit í hesum føri byrja frá ongum.
PISA og førleiki
Nógv umrødda PISA kanningin staðfesti, at næmingarnir í føroyska fólkaskúlanum hava ilt við at lesa ein tekst og at skilja innihaldið í tekstinum. Hetta er ein rættiliga álvarsamur trupulleiki, ið vit øll áhaldandi eiga at leggja nógva orku í at basa.
Eftir tilmæli frá Lærarafelagnum og Mentamálaráðnum hava vit longu tikið fleiri ítøkilig stig. Peningur er játtaður til hægri tímatal í fólkaskúlanum, serliga til teir yngstu næmingarnar. Hetta við teirri grundgeving, at serkøna ráðgevingin hevur staðfest, at grundleggjandi førleikarnir verða best mentir meðan børnini eru heilt ung.
Serfrøðin hevur eisini mælt til at styrkja munandi um undirvísingartilfar á føroyskum máli til allar lærugreinir í fólkaskúlanum. Hesum hava vit tikið ítøkilig stig fyri við at hækka játtanina til Skúlabókagrunnin og harvið vónandi til føroyskar skúlabøkur.
Roykja á føroyskum og lurta á donskum
Áðurnevndu tiltøk eru øll bæði skilagóð og neyðug. Men eg eri sannførdur um, at skulu vit veruliga taka tøk fyri lesiførleikanum, skulu vit eisini náa børnunum, ið enn ikki eru farin í skúla. Tí er avgerandi neyðugt at fáa flutt ein tann besta partin av frálíka útlendska margmiðlatilfarinum yvir í føroyskt til tey smæstu.
Hví var tað á sinni avgerandi neyðugt at fáa umsett donsku ávaringarnar á tubbakspakkunum um “kræft” og “blodprop” til føroyskt fyri føroyska roykjaran, meðan vit framhaldandi skulu góðtaka, at okkara smáu børn uppliva ævintýrheimin og filmsverðina ígjøgnum danskt, enskt ella íslendskt mál?
Vaksa um dýrgripin
Filmur og margmiðlatilfar annars eru umframt bøkurnar við til at menna børn, um vit halda okkum frá bara at nýta tað sum barnagentu. Vit hava tíbetur barnasendingar á føroyskum bæði í útvarpi og sjónvarpi. Harumframt syrgja dugnaligir sjónleikarar og umsetarar fyri, at ein partur av útlendska barnatilfarinum verður umsett og sent í sjónvarpinum.
Hetta er kortini ov lítið, og tilfarið er bert atkomiligt ávísar klokkutíðir, tá Kringvarpið velur at senda tað.
Tí er tað ein politiskur sigur, at tað nú á fyrsta sinni er eydnast at seta pening av – hóast avmarkaða mongd – at fáa umsett part av modernaða barnatilfarinum og fáa tað givið út, so at børnini ikki bert renna seg í útlendskt tilfar á bókasavninum, bensinstøðini og matvøruhandlinum.
Við hesum sleppa vit vónandi við tíðini undan, at ein partur av spælinum hjá børnunum gongur fyri seg á fremmandum máli. Vit fáa vónandi styrkt lesiførleikan og móðirmálið. Og harumframt fáa vit stuðlað dugnaligu føroysku sjónleikarunum fíggjarliga, við at lata teimum hesa uppgávu.
Dysturin nú er at virka fyri, at upphæddin veksur frá teimum 400 túsund krónunum upp á eitt nøktandi støði. Tað fari eg at leggja stóra orku í, um veljarin vísir mær álit at halda fram eitt valskeið afturat.