Barnagarðurin á Sandi reistur

Fríggjadagin varð nýggi barnagarðurin á Sandi reistur.

Talan er um útbygning á 200 fermetur oman úr verandi vøggustovu. Sum er húsast banagarðurin í gamla skúlabygninginum á Sandi, ið er frá 1882.

Kostnaðurin er knappar tvær milliónir krónur, og pláss verður fyri 44 barnagarðsbørnum.

– Kommunan tekur ikki lán at byggja fyri, men fíggjar útbyggingina yvir raksturin, hóast kommunan nærkast niður ímóti skuldarmarkinum, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri, sum heldur, at taðv cerður hugaligt hjá børnum og starvsfólkum at koma í nýggju hølini fyrst í komandi ári.

Tað er Niels Johannes Tjaldrastein, timburmeistari, sum stendur fyri byggingini.