Hetta fer at minka útlátið av vakstrarhúsgassi 90 prosent. Tórshavnar Býráð sigur, at tað verður úrslitið av eini grønari ætlan, sum nú verður sett í verk í Dagstovninum á Velbastað.
Nú er ætlanin nevniliga at seta sólfangarar upp á takinum á Dagstovninum á Velbastað og streymurin, sum sólpanelini gera, skal seljast SEV.
Tórshavnar Býráð sigur, at talan er um eina íløgu upp á 575.000 krónur og úrslitið er, at útlátið av vakstrarhúsgassum frá dagstovninum fer at minka eini 90 prosent.
Men samstundis er ætlanin eisini at tríggir aðrir stovnar skulu fáa grøna orkuskipanin.
Býlingshúsið vesturi á Flat, Badmintonhøllin í Gundadali og Dagstovnurin á Landavegnum, fáa nú fjarðhita, sum fer at minka útlátið avvakstrarhúsgassi níggju ferðir. Talan er um eina íløgu upp á umleið 400.000 - 500.000 krónur fyri hvønn stovn.
Býráðið upplýsir, at tey hava gjørt avtalu við Magn um prísurin á olju er lægri enn orkan frá Fjarhitafelagnum og tað merkir, at útreiðslurnar til varma og heitt vatn, fara at hækka nakað. Men afturfyri fara útreiðslurnar til at halda hitaskipanir, skorstein og oljutanga, at lækka.
Um hesar ætlanirnar verða til veruleika, veldst nú um, antin Tórshavnar Býráð tekur undir við teimum, og setir pengarnar av til endamálið.