Barnagjald er ikki ein inntøka!

Ein og hvør lágløntur og stakur uppihaldari, har inntøkan er lægri enn 275.000,- kr. um árið, hevur rætt til frípláss í vøggustovu, barnagarði og fríðtíðarskúla.
Fyri uml. hvørjar 1000,- krónur, ið inntøkan fer upp um 230.000,- kr. – markið fyri 100% fríplássi á stovni – lækkar stuðulin við 2%. Í kunngerðini um fríggjarligt frípláss er barnagjald íroknað sum ein inntøka.
Barnagjald er ikki inntøka! Tað er peningurin til uppihaldið hjá barninum. Barnagjald er tann peningur, sum annar av foreldrunum skal gjalda til tann, sum barnið býr hjá. Nakað yvir 1000,- um mánaðin.
Tað sum eg hervið vil gera vart við er, at barnagjaldið – sum nú er – verður roknað við í útrokningini av fríplássinum. Eftir mínari fatan er hetta skeivt!
Stakir uppihaldarar eru longu ov sperdir. At stuðul til fríðpláss minkar, sum eitt úrslit at uppihaldarin fær barnagjald, er púra burturvið.
Tað er jú meiningin, at bæði foreldrini skulu hjálpast at við at forsyrgja barninum, og tí er skipanin um barnagjald ásett, at tryggja at tað eisini hendir. Tí líkist tað ongum, at stuðulin verður skerdur, tá barnagjaldið verður roknað við í fríplássið. Vit tosa um upp til 24% minni í stuðuli til frípláss.
Í mínum hugaheimi er hetta ein stórur trupulleiki, sum eg vil gera mítt til at fáa broytt, so borgarnir vera verandi í býnum. Eg vóni, at eg sleppi at gera nakað við trupulleikan – eg eri longu farin undir hetta arbeiðið. Vit muga ansa eftir at Havnin ikki sovnar heilt!