Fútin hevur reist ákæru móti einum manni fyri at hava tikið myndir av naknum børnum niður av internetinum. Málið hevur tikið ómetaliga langa tíð at kanna, og tað kemst millum annað av, at tað er ógvuliga ivasamt, nær talan er um eina ólógliga gerð, og nær tað er púra lógligt at taka myndir av naknum børnum niður av internetinum.
Karen Marie Olesen, fúti, sigur, at tað altíð er rætturin, ið avgerð, nær talan er um ólógligt barnaporno, men tað er ikki ólógligt at taka niður myndir av naknum børnum, heldur ikki í prinsippinum, um altso talan ikki er um »utugtige« ella myndir við »sexuellari akt«.
Nú má viðgangast, at barnaporno á internetinum er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi. Hinvegin hevur tað ment seg til ein hin størsta trupulleikan tá tað kemur til at verja børn móti barnalokkarum – teimum sonevndu pedofilu.
Nógvar stórar kanningar eru gjørdar, har í hundraðtali av persónum eru avdúkaðir fyri at hava tikið myndir av naknum børnum niður av internetinum, og tað var ein slík kanning sum førdi til, at ein maður úr Vágunum nú er ákærdur fyri at hava tikið barnaporno niður av internetinum.
Hetta er ein stórur trupulleiki, og løgreglurnar í ymsu londunum hava verið noyddar at seta á stovn serstakar deildir at taka sær av hesum trupulleikanum.
Lógin herd niðri
Kapitel 24 umrøður »Forbrydelser mod kønssædeligheden«, og umfatar revsilógirnar, §§ 216-236. Fleiri av hesum lógarparagraffum eru broyttar í donsku lógini, men ikki í føroysku lógunum.
§ 216 umrøður neyðtøku, og har er revsiramman í donsku lógini herd við tveimum árum upp í 8 ára fongsul. Í føroyum er hon 6 ár. Stk. 2 sigur, at »Straffen kan stige til fængsel í 12 ár, hvis voldtægten har haft en særlig farlig karakter...«. Í Føroyum er ramman 10 ár.
Størsta broytingin er tó at finna í § 235, sum umrøður barnaporno. Lógin, sum er galdandi í Føroyum í dag tilskilar, at »sexuell akt« skal vera til staðar í myndunum, áðrenn tær eru ólógligar.
§ 235, stk. 2 ljóðar: »Den, som besidder eller mod vederlag gør sig bekendt med fotografier, film eller lignende af børn, der
1) har samleje eller anden kønslig omgængelse end samleje
2) har kønslig omgang med dyr eller
3) anvender genstande på groft utugtig måde, straffes med bøde eller under skærpende omstændigheder med hæfte eller fængsel indtil 6 måneder«
Tað merkir við øðrum orðum, at tað er næstan skorið út í papp, hvat er lógligt – og tað er væl alt annað, enn tað, sum er positivt nevnt – og hvat er ólógligt í sambandi við at taka niður myndir av internetinum.
Broytingar á veg
Annika Olsen er landsstýriskvinna í innlendismálum og umsitur eisini lógarmál. Hon er varug við hesa óhepnu støðu, men sigur, at broytingar í revsilógunum eru á veg.
Hon sigur, at støðan er ógvuliga óheppin, og at hon tekur fult undir við teimum broytingum, sum nú eru á veg.
- Revsilógirnar hava ikki verið dagførdar í longri tíð, men nú hevur so verið arbeitt við málinum eitt drúgt tíðarskeið. Eg dugi ikki at siga upp á dato, nær dagføringin verður løgd fyri Løgtingið, men tað verður í hesi tingsetuni, allarhelst í februar, sigur Annika Olsen.
Hon heldur, at tað mest sum skelkandi, at revsingin fyri at taka niður barnaporno í Føroyum í mesta lagi kann verða upp í seks mánaða fongsul, og tí fegnast hon um, at sovæl kriteriini fyri definatión av barnaporno verða herd, eins og revsingin kann geva fongsul heilt upp í 6 ár.
§ 235, sum er hin mest relevanta, tá tað snýr seg um barnapono, ljóðar nú so í Danmark, og fer at verða einsljóðandi, tá hon verður sett í gildi í Føroyum: »Den, som udbreder utugtige fotografier eller film, andre utugtige visuelle gengivelser eller lignende af personer under 18 år, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år eller under særligt skærpende omstændigheder med fængsel indtil 6 år«.
Dagføringin merkir, at ákæruvaldið stendur nógv sterkari, tá tað ræður um barnaporno, serliga tá tað ræður um at taka myndir av børnum niður av internetinum.
Sum nevnt vónar Annika Olsen, at broytingarnar kunnu leggjast fyri Løgtingið í komandi mánaði.