Í dag er hátíðardagur og tíð at fegnast. Fegnast um, at okkara børn hava nøkur vunnin rættindi, og at vit kunnu hátíðarhalda 25 ára dagin fyri hesum rættindum. Tað er eisini í dag, at vit skulu vera teimum takksom, sum sóu týdningin av at bøta um korini hjá børnum, og sum leiddu okkum fram til, at vit í 1992 tóku undir við barnarættindasáttmálanum her hjá okkum.
Í dag er eisini ein dagur til sjálvrannsakan og eftirmeting av, hvussu barnarættindini vera vard í føroyska samfelagnum, og dagur at spyrja seg sjálvan spurningin um, hvussu børn í Føroyum hava tað ? Hvar eru vit á rættari leið, og hvar eiga vit framyvir at leggja alla orku í at skapa batar.
Børnini eru tað allar dýrabarasta, vit hava. Tey eru okkara størsta tilfeingið. Tey eru bæði okkara nútíð og okkara framtíð- og alt okkara lív. Børnini eru okkara allra ábyrgd, og tað samfelag, sum ikki livir upp til sína ábyrgd mótvegis børnunum, er eitt veikt samfelag og kemur at vera eitt skert samfelag við óneyðugum sosialum trupulleikum framyvir.
Barnasýn
Tann mátin, tey vaksnu, ella samfelagið alt, síggja og hugsa um barnalívið, er broyttir. Til tað betra, tíbetur. Svarti skúlin við sínum sorgarsøgum er ikki gerandisdagur meira, og likamlig revsing er ikki vanligur partur av uppalingini. Børnini hava nú eitt virði í sjálvum sær og eru ikki arbeiðskraft, til fortreð ella ein forðing. Í dag veit man, at barnið er føtt við førleikum, og at persónligheitin verður grundarløgd heilt tíðliga, og at barnið mennist í tøttum samspælið við sínar næru umsorganarpersónar, sum aloftast eru foreldrini. Um ikki, so góð fólk, ið traðka í teirra stað. Við at staðfesta barnarættindasáttmálan hevur føroyska samfelagið eisini viðurkent, at børn hava rættindi, og at vit øll hava ábyrgd av at tryggja hesi rættindi.
Fyri bara fáum árum síðan, minnist eg, eina kjaksending í útvarpinum um at sláa børn sum part av uppalingini. Sendingin gjørdi stórt inntrykk á meg, kanska seliga tí, at eg sjálv hevði eg ein nýføðing tá. Minnist týðuliga, hvussu fólkavald umboð her úr tinginum hildu uppá rættin hjá foreldrunum, sum bleiv nevndur revsilsisrætturin, mátti fasthaldast. Hetta haldi eg ikki, man hoyrir meira. Haldi heldur ikki man hoyrir so nógv meira, at børn taka ongan skaða av at blíva sligin, taka ongan skaða av at gráta o.s.fr. So vit læra, og verða vísari, sum tíðin gongur. Men hugburður tekur tíð at broyta og er eitt áhaldandi arbeiði tí neyðugt fyri at bøta um mátan man viðgerð børn uppá.
Flestu børn hava tað gott
Tíbetur hava flest øll børn tað gott. Tað skulu vit fegnast um. Føroyar er fyri tey flestu eitt gott land at vaksa upp í. Okkara náttúruríkidømi er heimsins besta spælipláss, og framvegis er ein náttúrlig og gevandi nærvera millum ættarlið og sterk familjubond nakað, sum ein stórur partur av okkara børnum nýta gagn av. Flestu børn liva eitt vanligt gerandislív í tryggum góðum familjum, sum megna at geva barninum tað umsorgan og tilknýtið, sum er neyðugt fyri, at børnini kunnu blíva heil menniskju í javnvág við seg sjálvi og umheimin.
Men Føroyar skal ikki bara vera eitt gott land fyri tey flestu børn at vaksa upp í. Føroyar skal vera eitt gott land hjá øllum børnum at vaksa upp í. Tað má vera endamálið.
Serliga seinastu árini hevur stórt fokus verið á børn við serligum tørvi. Hetta hevur verið neyðugt og er neyðugt, tí har er støðan ikki nøktandi. Men orðaskiftið kann lættliga geva fatan av, at øllum børnum bagir okkurt. Sjálvsagt er hetta ikki so. Men í og við, at børn við serligum tørvi hava verið við sviðið soð so leingi, og hava so langt eftir á mál í mun til sjálvsøgd barnarættindi, so hevur hesin bólkur fylt nógv. Eg haldi ikki, tað er ov nógv sagt at konkludera, at ein avleiðing av, at børn við serligum tørvi hava verið fyri so stórum vanbýti er, at øll børn í veruleikanum merkja avleiðingar av hesum. Manglandi orkan og viljin til at seta neyðugu fyriskipanir í verk fyri børn við serligum tørvi ger, at orkan heldur ikki verður til restina, og harvið verða øll, so ella so, rakt.
Børn í fátækt
Ein av okkara allarstørstu avbjóðingum er barnafátækradømi. Gott 1300 børn liva í dagsins samfelag í fátæktavága, og knapt 400hava verið undir fátækramarkinum trý ár á rað og koma tí undir deftinitiónina fátøk. Fátækt rakar altíð hart, men serliga børnini eru útsett. Her er eisini stutttíðar fátækt skaðilig fyri barnið.
Í eini tíð við søguliga nógvum inntøkum tosa vit um barnafátækradømi. Tað er ein mótsøgn í sær sjálvum. Og tíverri hava ikki nógvir batar verið at hóma fyri hesi børn, hóast man nú hevur góð hagtøl at arbeiða útfrá. Í dagsins samfelag eru tað børn, sum ikki fáa heitan mat dagliga, sum ikki kunnu fara í- ella halda føðingardag, sum ikki eru partur av frítíðartilboðum, sum kosta, sum ikki kunnu fara at ferðast o.s.fr. Nakað vit annars taka sum eina sjálvfylgju fyri øll onnur. Og omaná teir trupulleikar, sum hesi børn hava av marginalisering og sálarligari strongd, so røkka avleiðingarnar av barnafátækradømi langt inn í vaksnamannalívið. Børn, sum vaksa upp í fátækt, hava minni sannlíkindi enn onnur børn at fáa eina útbúgving. Børn í fátækt hava sostatt skerdar møguleikar, og við onki at gera fyri at bøta um barnafátækradømi, ella við ikki at taka tað í nóg stórum álvara, so ber til at siga, at bæði barnalívið og vaksnamannalívið koma í vána kor, og ein ond ringrás við negativum sosialum arvi er sett í gongd. Barnið fær rænt bæði nútíð og framtíð, tí barndómurin varir í generatiónir. So er her veruliga neyðugt við munagóðum tiltøkum bæði uppá stutt sigt og er eitt langtíðar sosialpolitiskt arbeiði liggur á láni.
Sosialur arvur
Tað eru foreldrini, sum hava ábyrgdina av børnunum. Men tað er ein samfelagslig ábyrgd at tryggja foreldrum livikor, sum gera tað møguligt at geva børnunum ein tryggan og góðan uppvøkstur. Og tað er ein samfelagslig uppgáva at tala at og traðka til, um umstøðurnar kring barnið ikki eru nøktadi. Hyggur man at barnaverndarøkinum, so sæst, at vit hava yvir 800 barnaverndarmál í Føroyum og yvir 70 børn til fostur. 70 børn vaksa sostatt upp uttanfyri heimið, fyri nøkur gott, fyri onnur tað einasta alternativ og fyri øll ein avbjóðing.
Okkum tørvar at seta ljóskastaran á sosialan arv, og hvussu hesin kann brótast. Her finst ongin løtt loysn, men ein samanrenning av góðum útbúgvingarmøguleikum, bústaðarmøguleikum, fíggjarligir batar, betri sosialum skipanum, har sett verður inn munandi fyrr enn í dag, uppsøkjandi arbeiði, betri stuðul til foreldur o.s.fr. eru neyðug.
Besti indikator fyri, hvussu børn koma at klára sína skúlagongd, er útbúgvingarstøði hjá foreldrunum
“Education is the most powerfull weapon we can use to cheange the world” hevur Mandela sagt. Og unga pakistanska gentan Malala, sum fekk friðarprís Nobels, fekk prísin fyri at berjast fyri rættindum at ganga í skúla.
Og eisini vit kunnu her hjá okkum røkka langt inn í framtíðina við at bøta um okkara skúlatilboð. Tað má vera ein barnarættur at læra at lesa og skriva og at læra teir grundleggjandi førleikar, sum krevjast til seinni at kunna nema sær eina útbúgving. Eru førleikarnar ikki til tess, mugu rættindini til annars at brúka síni skapandi evni ella onnur tillutaði evni skilagott. Tað kann ikki bera til í dagsins samfelag, at vit fáa børn úr skúlanum, sum ikki duga at lesa. Tað kann ikki bera til, at børn ikki fáa teir serundirvísingstímar, teimum tørvar. Tað kann ikki vera rætt, at børn við t.d orðblindni fyrst kunnu fáa hjálp aftaná, tey hava fylt 14 ár. Hvat ímyndar man sær, at hesi børn náa at læra, tá ið tey sum 14 ára gomul, aftaná 7 ára skúlagongd, skulu byrja forfrá, og uttan iva aftaná mong niðurløg ? Og soleiðis eru tað onnur viðurskifti, vit kunnu gera nógv betri. Ikki tí, vit hava ein góðan skúla, men kanska best fyri miðalnæmingin.
Kynsligur ágangur
Kynsligur ágangur móti børnum er tíverri tilstaðar í øllum samfeløgum. Seinastu árini er rættuligt ljós varpað á henda stóra trupulleika her heima hjá okkum. Og tað er gott. Tað hevur annars verið eitt evni umgirt av tøgn og tabu. Orð eru nú sett á trupulleikar, men framvegis mangla vit at fáa sett allar tær skipanir í verk, sum skulu hjálpa og stuðla. Tó so nógv er gjørt. Barnaverndirnar gera eitt stórt arbeiði, og Barnahúsið er avgjørt ein stórur bati. Men framvegis er ikki komið á mál við rættarliga partinum, har trupulleikar eru við, at fólk sum hava gjørt seg inn á børn ganga leys í langa tíð, áðrenn tey koma inn at sita, og framvegis er fyrningarfreistin ein forðing fyri at fáa tikið mál upp í rættinum. Barnaváttanir eru samtyktar, men ikki settar í gildi enn- hví ? Og framvegis er tað alt ov stirvið at fáa hjálp og stuðul til tey, sum eru rakt av kynsligum ágangi.
Europaráðið hevur samtykt eina konventión, sum kemur í tillæg til barnarættindarsáttmálan. Tað er Lanzarote-konventiónin, sum er ein reglugerð ella mannagongd, sum londini hvør sær hava bundið seg til at halda. Konventiónin gongur beinleiðis uppá kynsligan ágang, og átøkini eru sera konkret við uppskotum um, hvat beinleiðis skal setast í verk fyri at fyribyrgja, viðgera og hjálpa í mun til kynsligan ágang. Nú vit eru við at gera heildarætlan móti kynsligum ágangi, er Lanzarote konventiónin eitt hent amboð hjá okkum at læra av. Okkum nýtist ikki altíð at uppfinna av nýggjum tað, sum er gott, men heldur at tora at taka stigið at seta í verk tað, sum er neyðugt.
Tað ber ikki til at lýsa í orðum, hvussu stórar avleiðingar kynsligur ágangur hevur fyri tann rakta, fyri tey nærmastu, fyri nærumhvørvið og samfelagið alt. Avleiðingar av menniskjaligum slag og av samfelagsligum slag. So her má og skal nógv meira til.
Almennar skipanir og frívilligir felagsskapir
Vit hava í okkara samfelag nógvir fakbólkar, sum arbeiða við børnum. Líka frá vit koma í verðina, har heilsustarvsfólk taka ímóti og taka sær av. Vit hava Gigni, sum ráðgevir, kannar og stuðlar øllum familjum. Vit hava dagstóvnar og dagrøktir, og vit hava skúlar. Omaná alt hetta finst ørgrynna av sjálvbodnum fólki, sum t.d fyriskipa frítíðartilboð. Og sum nakað ímillum alt hetta, hava vit bólkar, sum við nakað av stuðli traðka til, har tað almenna ikki røkkur. Havi hug at vísa á, at nógvar av almennu skipanum eiga at vera styrktar. Í nøkrum førum er tað als ikki nøktandi at siga, at hetta røkkur landið ikki, so her mugu tey sjálvbodnu til. Tað almenna skal røkja sína uppgávu, og tey sjálvbodnu skulu vera eitt gott og gevandi supplement. Og hesi bæði skulu samstarva. Tað er umráðandi at halda so nógvum sum gjørligt innan okkara rættarskipan fyri at verja rættartrygdina.
Tey sjálvbodnu eru gull verd, og mugu ikki misnýtast til at gera tað, sum tað almenna forsømir. Tey eru eitt frírúm fyri børnini, og tað skulu tey framhaldandi hava møguleika at vera.
At kenna síni rættindi
Nógv børn kenna ikki síni rættindi. Nógv vaksin tað sama. Og tað er ikki altíð at hugsað verður um barnarættindini. Fleiri av okkara grannalondum hava lýst barnarættindarsáttmálan sum lóg. Tað hava vit ikki gjørt. Vit eiga at umhugsa hetta. Tað hevði givið størri ans og tyngd og verið ein trygd fyri, at børn fingu síni rættindi vard í dagsins samfelag.
Við at staðfest sáttmálan sum lóg, høvdu vit betri kunna framt barnarættinini í verki. Tá ímyndi eg mær, at vit høvdu komið skjótari á mál, vit at tryggja børnum við breki ella øðrum serligum avbjóðingum røttu hjálpina. Børn, sum tørva t.d endurvending, fáa tað til dømis ikki altíð í dag. Børn, sum tørva stuðul, fáa tað ikki altíð í dag. Børnum, sum tørva serundirvísing, fáa tað til dømis ikki altíð, sum nú er. Børn vera ikki altíð hoyrd um viðurskifti,sum viðkoma teimum, børn sum uppliva hjúnarskilnað fáa ikki altíð lýst síni sjónarmið, børn við serligum avbóðingum sleppa ikki í skúla um verkfall er, fáa ikki nøktadi skúlatilboð o.s.fr.
Av øllum greinum í barnarættindarsáttmálanum er kanska týdningarmiklast at leggja sær í geyma, at aðalmálið er, at øll rættindi eru galdandi fyri øll børn.
Skúlar, barnagarðar, dagrøktir o.s.fr. kunnu undirvísa í barnarættindum, men tað er ikki nakað, sum tey skulu. Foreldur eiga sjálvsagt eisini sína ábyrgd í hesum. Men rættast var, at tað onkursvegna var standiserað, so øll børn fingu vitanina.
Familjan í dagsins samfelag
Tað er trupult hjá nógvum familjum at fáa javnvág millum familjulív og arbeiðslív. Okkara langa arbeiðsvika uppá 40 tímar ger, at okkara børn eru tey sum eru longst á stovni. 9 tímar dagliga frá tey eru umleið 8 mánaðir gomul. Hetta er ikki nakað at lasta foreldrum fyri, tí tey noyðast at arbeiða fyri at klára eitt vanligt húsarhald. Høga kostnaðarstøðið krevur eisini hetta. Men her er neyðugt áhaldandi at arbeiða fram móti at fáa longt barnsburðarfarloyvið, so vit koma uppá á eitt ár. Og vert at umhugsa arbeiðstíðina. Hví skulu vit hava tað longstu arbeiðsvikuna ? Og hví skulu foreldur vera noydd at arbeiða mest, meðan børnini eru smá og hava størst tørv á foreldrunum. Hvat við at seta sær sum mál at fáa arbeiðsvikuna niður í hvørfall fyri smábarnaforeldur. Hvør tími ger mun og hevði bøtt um trivnaðin í familjunum.
Lat okkum at enda minnast til, at hvør dagur er barnarættindardagur, og ikki bert dagurin í dag, har vit hátíðarhalda 25 ára dagin