Bent J. Hansen
Valevni á lista B
Hetta er sjálvsagt fyri at kommunan kann fáa ráð til íløgur aðrastaðni. Havandi í huga, at allir skúlarnir eru á tremur og at fleiri enn teir avtalaðu 24 næmingarnir eru í hvørjum flokki, má sannast, at her má okkurt munagott gerast, og hetta er ikki bílig íløga, ið skal til. Útbyggjast má við teir skúlar, har hetta er gjørligt, t.d. Argja skúla og Hoyvíkar skúla. Afturat hesum má ætlanin um ein nærskúla ovast á Løgmansbreyt »í sambandi við nýggja býlingin har«, og ein nærskúla í vesturbýnum, sum hevur verið til umrøðu, fremjast í komandi býráðssetu. Tað má vera ein borgararættur, at børn okkara kunnu ganga í barnaskúla í nærumhvørvinum. Hetta vilja vit í Sambandsflokkinum arbeiða fyri, um vit fáa tann neyðuga stuðulin frá veljarunum.
Minnist til at bert við samstarvi millum privat fyritakssemi og kommununa kunnu vit loysa tær stóru uppgávur, ið eru so átrokandi at fremja, men sum íløgukarmur landsstýrisins forðar okkara kommunu í at gjøgnumføra hóast hon hevur mátt til tess.