Í løtuni eru sjey føroysk børn og ung send uttanlands á ymsar stovnar.
Her er bara talan um tey, sum barnaverndin hevur sent av landinum. Tey, sum eru farin uttanlands á stovn fyri ymisk brek og sjúkur, eru sostatt ikki tald við.
Tað upplýsti Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í Løgtinginum fyrr í vikuni.
Tað var Bill Justinussen, sum vildi hava at vita, hvussu nógv børn og ung barnaverndin hevur sent til Danmarkar á stovn.
Hann heldur, at tað kann skapa enn størri størri trupulleikar at senda børn og ung av landinum til eina fremmanda mentan og fremmant umhvørvi og uttan at hava sínar næstringar og vinfólk rundan um seg.
Samstundis hava vit stovnar til børn og ung í Føroyum, sum standa hálvtómir, hóast teir eru fullmannaðir við starvsfólki.
Hann sóknaðist eisini eftir at frætta um eftirmeting er gjørd av hesum donskum stovnunum.
Bill Justinussen er heldur ikki vísur í, at donsku stovnarnir altíð eru teir røttu tí ongin meting er gjørd av. Tvørtur ímóti eru teir mangan rættiliga raskir og dugnaligir at marknaðarføra seg sjálvar og tað er mest út frá upplýsingum frá teimum ávísu stovnunum sjálvum, at vit gera av, hvagar hvørt barn og ungfólk skal sendast.
Sjey send av landinum
Rósa Samuelsen upplýsti, at á nýggjárinum vóru sjey føroysk børn og ung á donskum stovni av barnaverndarávum.
Av teimum sjey, er tað eitt, sum varð sent á stovn fyrstu ferð í fjør, men hini seks høvdu øll verið á stovni í longri tíð.
Landsstýriskvinnan segði, at tað er ógvuliga ójavnt, hvussu nógv hvørt stovnspláss kostar, men prísurin liggur ímillum slakar 700.000 krónur og 1,5 millión um árið fyri hvørt barn. Í miðal er prísurin ein millión fyri hvørt barn.
Sostatt kostar hetta samfelagnum sjey milliónir um árið.
Men kommunurnar betala góðar 1,2 milliónir í brúkaragjaldi, so útreiðslan hjá landskassanum er góðar 5,7 milliónir.
Óvart á tinglimir
Tað kom óvart á tinglimir, at tað eru so nógv børn, sum eru send av landinum av barnaverndarávum og summi tingfólk halda eisini, at hetta er ein óvirðilig støða.
Fleiri tinglimir spurdu landsstýriskvinnuna um nøkur útlit eru fyri, at vit skapa umstøður so at hesi børnini og ungu kunnu verða verandi í Føroyum.
Bill Justinussen spurdi um tað ikki kanska er frægari at varðveita børn og ung í landinum, hóast vit ikki hava akkurát tað rætta tilboðið, heldur enn at lata tey missa sítt heimland og senda tey av landinum í fremmand umhvørvi, til fremmand fólk og til fremmanda mentan.
Rósa Samuelsen vísir á, at arbeitt verður at umskipa alt økið fyri børn og ung og at menna tilboðini.
Men ein orsøk til, at tey verða send av landinum, er at í summum førum hava vit ikki tað røttu servitanina.
Og hon væntar ikki, at vit nakrantíð sleppa heilt undan at senda børn og ung av landinum, tí í summum førum kann trupulleikin vera so serligur, at okkum manglar servitan í Føroyum.