1. januar 2011 flytur umsitingin av Barsilsskipanini til TAKS á Tvøroyri. Tað boðar TAKS frá í skrivi. Tað vóru Johan Dahl, Landsstýrismaður í vinnumálum og Jóannes Eidesgaard, Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum í juli í ár avgjørdu at flyta Barsilsskipanina úr Havn til Tvøroyrar.
TAKS á Tvøroyri umsitur frammanundan inngjaldingina av skipanini, meðan Arbeiðsloysisskipanin hevur havt umsitingina av útgjaldinum.
Men frá 1. januar 2011 er inn- og útgjalding savnað á einum stað, nevniliga hjá TAKS.
Frá 1. januar 2011 verða avgreiðslutíðirnar tær somu sum hjá TAKS, mánadag - fríggjadag
frá kl 9-15.
Postadressan hjá Barsilsskipanini verður:
TAKS
Postsmoga 2151
FO-165 Argir
T-postadressan:
taks@taks.fo
Telefonnr.: 35 26 00