Ímynda tær at kunna taka frí ein dag saman við børnunum fyri at fara í fjøruna. Ella fyri at baka og lesa søgur. Ella læra barnið at súkkla. Vit vilja bøta barsilin – og áseta 10 umsorganardagar frá tí, at barsilin er liðugur og til barnið fyllir sjey
Valgrein um barnafamiljur
Djóni Nolsøe Joensen
Trýstið á barnafamiljur hevur aldri verið størri. Tað krevur støðugt fleiri arbeiðstímar at svara hvørjum sítt. Foreldur hava langar arbeiðsdagar. Børn hava langar dagar á stovni.
Tá familjan loksins savnast um døgurðaborðið, eru øll útkoyrd. Til góðanáttsøguna steinsovna foreldur og børn, ofta áðrenn søgan er liðug.
Og so umaftur næsta dag. Og næsta.
Vit mugu taka trýstið av barnafamiljum. Tí vil Javnaðarflokkurin áseta »Umsorganardagar«.
Foreldur skulu kunna taka frí 10 einstakar dagar fyrstu sjey árini hjá barninum – ein til tveir dagar um árið - fyri at gera tað, sum tíðin aldri strekkir til. Fiska. Súkkla. Baka. Lesa. Henda skipanin er í Svøríki – og hon fungerar sera væl.
Umsorganardagarnir skulu takast úr Barsilsgrunninum, sum væl hevur ráð til eina slíka skipan.
Og hartil skal barsilin sum heild gerast meiri fleksibul, so fólk sjálvi sleppa at skipa hann sum best.
Millum annað hesum fari eg at arbeiða fyri, um tú velur meg á Løgtingið 26. mars.
Djóni Nolsøe Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin












