HM: Spanski venjarin heldur ikki Yamal er ein nýggjur Messi

Luis de la Fuente dámar ikki samantvinningina

Mynd: Ritzau Scanpix

Í annaðkvøld klokkan 20 byrjar HM-finalan millum Spania og Argentina á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey.

 

Á tíðindafundi fyrr í dag var spanski landsliðsvenjarin, Luis de la Fuente um 19 ára gamla spanska stórtalentið, Lamine Yamal er eitt slag av "nýggjum" Lionel Messi.

 

- Eg haldi, at Lamine skal sleppa at vera Lamine í friðum og náðum. Messi er eitt framúr stórt talent, og hann er ein fyrimynd fyri allar ungar fótbóltsleikarar. Eisini eg havi Messi sum mína fyrimynd, men Lamine skal hava loyvi at vera sín egin. Besti hátturin vit hjálpa honum er við at geva honum tann stuðulin, ið ger tað møguligt hjá honum at halda fram við at vera Lamine. Segði Luis de la Fuente á tíðindafundinum. 

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.

 

Mynd: Ritzau Scanpix