Bartal: Vit verða greipuvinnarar

So avgjørdur er Bartal Eliasen undan fyrstu FM finaluni hjá monnum í kvøld. ÍF og Bartal eru stórfavorittir móti SÍ.

 

Í kvøld verður fyrsta FM finalan hjá monnum í høllini í Kambsdali millum ÍF og SÍ. ÍF hevur vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum, men í steypakappingini var um reppið, at SÍ fór við sigrinum. SÍ vann tvey tey fyrstu settini, men í triðja setti gekk akkurát ikki og so fór ÍF við sigrinum.

 

- Vit høvdu ikki rokna við, at teir fóru at lesa okkum so væl av, sum teir gjørdu. Vit hugdu eftir finaluni fyrradagin og vit spældu ikki so illa, sum vit hildu at vit gjørdu, men teir spæla ótrúliga væl. Teir megnaðu at lesa okkum av. Eg trúgvi ikki, at teir kunnu spæla betri enn teir gjørdu í steypafinaluni, sigur Bartal Eliasen.

 

Men havt skal ÍF so gera øðrvísi í kvøld, um ÍF ikki skal koma í somu trupulleikar sum í steypafinaluni?

 

- Fyrst og fremst skal hevarin fordeila bóltin betri enn hann gjørdi í steypafinaluni. Eg skal leggja teir eitt sindur øðrvísi enn eg gjørdi tá, men vit bíða við at avdúka akkurát hvar og hvussu, sigur Bartal Eliasen, sum sjálvur er hevari á ÍF liðnum.

 

Fyrireikingarnar hjá ÍF hava ikki verið tær bestu, men Bartal væntar ikki, at hetta fer at ávirka avrikið í kvøld.

 

- Vit hava onkrar skaðar og hava havt hølistrupulleikar, so vit hava ikki kunna vant fult út, men tað trúgvi eg ikki kemur at hava nakra ávirkan á dystin. Vit hava vunnið allar dystirnar í ár og vit vita, at vit eru favorittar, sigur Bartal Eliasen at enda.

 

Dysturin millum ÍF og SÍ byrjar klokkan 19.00 í høllini í Kambsdali. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Tað verður spælt best av trimum. Liðini hittast aftur í høllini í Trongisvági leygardagin.