Barton og Sinclair ongan veg – enn

Tað ljóðaði í gjár sum heilt víst, at »problembarnið«, Joey Barton, skuldi halda fram í franska felagnum, Marseille, men í dag sigur hann við enskar heimasíður, at handilin helst ikki verður av nøkrum.

 

Queens Park Rangers hevði annars fríttstillað miðvallarleikaran, og Barton sá út til at flyta til Marseille, tað sær nú út til at verða farið í vaskið.

 

Ein annar handil, sum eisini sá út til at vera í pottinum í gjár, var flytingin hjá Scott Sinclair (myndin) frá Swansea til Manchester City. Men í dag sigur formaðurin í walisiska felagnum, Huw Jenkins, at felagið hevur avvíst einum boði frá City á 6,2 milliónir pund.

 

- Ein skuldi trúð, at um City veruliga ynskti at keypa leikaran, so høvdu teir handfarið málið nakað betri, enn teir hava. Men tað er so upp til teirra. Men málið hevur drigið út alt ov leingi, og eg vóni at finna eina loysn so ella so komandi tveir dagarnar, sigur Huw Jenkins við BBC Sports.