Bassombeng vandi við Víkingi í kvøld

Nýggi leikarin úr Kamerun skal royndarvenja við Víkingi í nakrar dagar.

Eric Bassombeng úr Kamerun, sum hevur royndir úr bestu svensku deildini, vandi í kvøld við Víkingi í Sarpugerði. Drúgva ferð hansara til Føroya ávirkaði hann tó so mikið, at luttøka hansara í venjingini var ógvuliga avmarkað. Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá Víkingi, sigur tó við in.fo í kvøld, at hann verður við í venjarakappingini leygardagin.

 

Ikki er dagatal sett á hvussu leingi Eric Bassombeng skal royndarvenja við Víkingi, men tað verða helst nakrir dagar áðrenn Víkingur tekur støðu til hvørt sáttmáli skal undirskrivast ella ikki.

 

30 ára gamli Eric Bassombeng hevur skotið 11 mál í 86 dystum í Allsvenskan. Hann er 1.81m, kvikur á fótum og trívist best sum vongspælari. Í Víkingi vóna tey, at hetta kann verða avloysarin hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, sum er farin til norska Levanger FK at spæla.