Batman-drápsmaðurin minnist einki

Tann 24 ára gamli James Eagan Holmes, sum er skuldsettur fyri at hava skotið 12 fólk og sært 58 onnur í einari filmshøll í amerikanska statinum Colorado, hevur eftir øllum at døma mist minnið.

Ein vaktarmaður í fongslinum sigur við blaðið New York Daily News, at James Eagan Holmes skilir ikki, hví hann er í einum fongsli.

-Hann heldur uppá, at hann veit ikki, hví hann er settur í fongsul, og hann spyr: Hví eri eg her?, sigur vaktarmaðurin við blaðið. Hann leggur afturat, at Holmes er eisini misnøgdur við matin í fongslinum Arapahoe County Detention Center.

-Maðurin drap 12 fólk, og nú kærir hann seg um, at hann ikki kann fáa eina máltíð við fýra rættum, sigur fongsulsvaktarmaðurin við New York Daily News.