Jan Gardar er ein luttakarunum á Team Rynkeby Føroyar liðnum í ár. Hann er kendur sum millum annað vertur í Gekkinum, Kaptain Gardar, deildarleiðari á FK í Klaksvík og sum hjálpardómari í fótbólti.
Les eisini: Kekkur og góð móttøka á Norrønu
Hann hevur sjálvsama góð evni at skemta og stuttleika sær, so øll rundan um fáa láturkrampa. Soleiðis er eisin á ferðini til París. Við fráferð úr Hirtshals hevði hann verið til andlitsmáling við børnunum umborð á Norrønu.
Les eisini: Niels Mortensen: Uppliving fyri lívið
Úrslitið varð, at Team Rynkeby Føroyr fekk ein nýggjan lim. Nevniliga Batman. Onkur heldur fyri, at hann líkist helst meiri makkaranum hjá honum, Robin.
Ferðin til París úr Danmark byrjaði í dag, tá Team Rynkeby kom við bussi til Padborg, sum liggur beint norðan fyri markið til Týskland. Síðani varð súkklað til Grob Wittensee har norðuri í Týsklandi.