Framleiðararnir handan stóra Batman-filmin ?The Dark Knight? hava stórar ambitiónir um komandi Oscar-handanina.
Warner Bros. tosa í løtuni um at senda filmin út aftur beint eftir jól fyri at Grand Prix-komité?in skal kunna minnast filmin betri og harvið hava lættari við at taka ta røttu avgerðina um filmin.
Í fyrsta umfari vilja framleiðararnir senda filmin út til fleiri IMAX-biografar.
- Tað snýr seg um at fáa fólk at minnast filmin, sigur ein kelda frá Warner Bros. við Hollywood Reporter.
Í samband við frumframsýningina í summar, varð Heath Ledger sagdur at vera ein upplagdur kandidatur til ein Oscar fyri leiklut sín sum The Joker.
Umframt hetta vónar Warner Bros eisini at fáa í minsta lagið eina nominering afturat nevniliga fyri besta film.