Gróður og fiskur
Í fjør heyst varð nógv gjørt burtur úr gróðurkanningunum, sum Fiskirannsóknarstovan ger á hvørjum ári. Orsøkin til, at hesar kanningar vóru í "fokus" í fjølmiðlunum eina tíð, var, at indeksið fyri gróður hetta árið var so ógvuliga lágt.
Síðan 1990 hevur Fiskirannsóknarstovan gjørt gróðurkanningar víða um á innaru leiðunum á landgrunninum. Eitt miðal ár er indeksið fyri gróður 9. Í fjør var talið heilt niðri á 3,5, sum verður mett at vera katastrofalt.
Batnandi gróður
Petur Steingrund, fiskifrøðingur, sigur, at kanningarnar, sum gjørdar eru í summar, vísa, at gróðurin er batnaður aftur, soleiðis at indeksið í ár er 7.
- Vit fegnast sjálvsagt um, at gróðurin ikki er minkaður uppaftur meira, men vit eiga at hava í huganum, at talið í ár er framvegis undir miðal.
Hann vísir annars á gongdina, síðan Fiskirannsóknarstovan fór undir at gera gróðurkanningar.
- Tá ið hesar kanningar byrjaðu í 1990, var indeksið
ógvuliga lágt, nevniliga 2,8. Síðan vaks gróðurin fram til 1995, tá ið talið var 12. Árini eftir 1995 minkaði gróðurin aftur niður í umleið 6, til hann bygdi seg uppaftur at vera heili 16 í 2000 og 15 í 2001, sigur Petur Steingrund.
Síðani kom aftur stóra minkingin í 2002, tá ið talið bert var 3,5 ? ella tað næst lægsta síðan 1990.
Torført at spáa
Spurdur, hvussu hann væntar, at gongdin verður komandi ár, sigur fiskifrøðingurin:
- Vit vóna sjálvsagt, at gróðurin í sjónum verður uppaftur størri komandi árini, tí enn er hann næstan líka lítil sum í 1996, tá ið hann aftur minkaði.
Hóast ógjørligt er at siga nakað við vissu, skilst tó á Peturi, at hann hevur eina vón um, at gróðurin í sjónum aftur er í menning.
- Tað hevði sæð rættiliga dapurt út, um tølini í ár ikki vóru betur enn seinasta ár, sigur hann.
Fiskifrøðingurin sigur, at tann nógvi fiskurin, sum verið hevur seinastu árini, er eitt úrslit av nógva gróðrinum árini 1999-2001.
- Hinvegin eru slánarnir, tú sært uppi í veiðini í dag, eitt úrslit av, at gróðurin hevur verið vánaligur og undir miðal í 2002 og 2003.
Nógvur fiskur,
lítið at eta
Petur Steingrund sigur, at vit hava havt nógvan fisk á grunninum seinastu árini, men í fjør og í ár hevur fiskurin havt ov lítið at eta.
- Eg vil siga, at umstøðurnar hjá fiskinum sum heild eru vánaligar í løtuni, tí nøgdin av fiski á grunninum er so stór í mun til tað, hann hevur at eta, sigur fiskifrøðingurin.