Forsetin í Bayern München er í dag funnin sekur í at hava snýtt í skatti fyri fleiri milliónir krónur. Dómurin er ein túrur í geglið í trý og eitt hálvt ár.
62 ára gamli Uli Höeness var upprunaliga ákærdur fyri at hava snýtt fyri 26 milliónir, men tá komið var á mál í kanningararbeiðinum varð greitt, at Uli Höeness hevði snýtt fyri yvir 200 milliónir krónur í skatt. Nakað hann heldur ikki avsannar.
Uli Höeness var sum spælari partur av vesturtýska landsliðnum sum vann EM í 1972 og HM í 1974. Hann var somuleiðis við á Bayern München liðnum, sum vann Champions League(Tá European Cup) trý ár upp í slag.