Bayern má vinna í kvøld

Í kvøld klokkan 19.45 verður lagnudystur í Torino millum Juventus og Bayern Munchen. Bayern má vinna dystin, um teir skulu vinna seg í 1/8 finaluna í Champions League kappingini. Juventus klárar seg við einum javnleiki.

 

Gitt hevur verið í týsku miðlunum, at hollendski venjarin, Louis Van Gaal fer at fáa sparkið, um Bayern ikki vinnur lagnudystin ímóti Juventus í kvøld. Franz Beckenbauer hevur kortini sagt, at Van Gaal sleppur at halda fram í starvinum, sjálvt um Bayern ikki vinnur seg víðari í kappingini.

 

Landsmaðurin hjá Van Gaal, Arjen Robben er tøkur aftur hjá Bayern. Seinasta vikuskiftið fekk hann 20 minuttir á vøllinum, tá Bayern vann 2-1 yvir Mönchengladbach. - Eg eri væl fyri, og vil ógvuliga gjarna byrja inni, men tað er sjálvandi upp til venjaran, sigur Robben við týskar miðlar.

 

Dysturin millum Juventus og Bayern Munchen verður vístur á Televarpinum í kvøld, hann sæst á rásini ?3+?.