Tað gekk illa hjá FC Bayern fyrr í hesum kappingarárinum, men nú hevur felagið veruliga funnið flogið, og nú hevur sigursvanda felagið sett seg á oddasessin í týsku bundesliguni. Bayern spældi ímóti Hamburger SV um vikuskiftið og vann dystin 1-0. Stóri spælarin og matchvinnari var franski Franck Ribery. Bayern er nú tvey stig frammanfyri Leverkusen.
Tíðindi