Champions League hevur verið í skránni í kvøld, har dystir hava verið í bólkunum E, F, G og H.
Flestu eyguni vóru helst vend mótvegis stórdystinum ímillum Bayern München og Manchester City. Bayern var omaná bæði í spælbýti og málmøguleikum, men tað var ikki fyrr enn í 90. minutti, at Jerome Boateng gjørdist sigursharri við at skjóta 1-0-málið.
Í bólki F gjørdi FC Barcelona sína skyldu við at vinna tepurt 1-0 á heimavølli ímóti APOEL Nicosia, meðan Parsis Saint Germain helst man iðra seg um einans at fáa 1-1 á útivølli ímóti Ajax.
Øll úrslit og málskjúttar síggjast niðanfyri:
Bólkur E
Bayern München – Manchester City 1-0 (0-0)
1-0: Boateng, 90.
AS Roma – CSKA Moskva 5-1 (4-0)
1-0: Iturbe, 6.
2-0: Gervinho, 10.
3-0: Maicon, 20.
4-0: Gervinho, 31.
5-0: Ignasievich, 50. (sj.)
5-1: Musa, 82.
Bólkur F
Ajax – PSG 1-1 (0-1)
0-1: Cavani, 14.
1-1: Schöne, 74.
FC Barcelona – APOEL Nicosia 1-0 (1-0)
1-0: Piqué, 28.
Bólkur G
Chelsea – Schalke 1-1 (1-0)
1-0: Fabregas, 11.
1-1: Huntelaar, 62.
Maribor – Sporting Lissabon 1-1 (0-0)
0-1, Nani, 80.
1-1, Zahovic, 90.
Bólkur H
Athletic Bilbao – Shakhtar Donetsk 0-0 (0-0)
FC Porto – BATE Borisov 6-0 (3-0)
1-0: Brahimi, 5.
2-0: Brahimi, 32.
3-0: Martinez, 37.
4-0: Brahimi, 57.
5-0: Adrian, 61.
6-0: Aboubakar, 76.