Í samband við leikin »Meðan vit bíða eftir Godot« skipar Tjóðpallur Føroya fyri nøkrum seinnaparts tiltøkum, ið eru ókeypis.
Í dag klokkan 15 fer Mikkjal N. Helmsdal, leiklistafrøðingur, at hava eina framløgu undir heitinum »Beckett og Godot í leiklistarsøguligum høpi«
Meðan vit bíða eftir Godot myndar eitt vegamót í leiklistini og peikar bæði aftureftir og frameftir í leiklistarsøguna. Aftureftir, tí Beckett var sera ein sera tilvitaður og væl lisin rithøvundur, ið kendi sína bókmenta- og leiklistasøgu út og inn, og frameftir, tí Beckett og hinir absurdi leikhøvundarnir í samtíð hansara gjørdist ímyndin av nýbroti og nýhugsan innan sjónleikaskriving og fingu stóra ávirkan á eftirfylgjandi ættarliðini.
Í fyrilestrinum verður stutt lýst, hvat Absurda leiklistin sum rák var, og Beckett verður lýstur sum rithøvundur við serligum atliti til arbeiði hansara at skriva leikin Meðan vit bíða eftir Godot. Víst verður á, at hóast Beckett ger upp við meginrákini í evropeiskari leiklist, so byggir hann samstundis í stóran mun víðari á nógvar av kendastu høvundunum innan hevdvunnu leiklistina.