Beckham kláraði læknakanningina

Nú skuldi alt verið komið upp á pláss.

David Beckham kláraði seinnapartin læknakanningina í AC Milan, og onglendingurin er nú til reiðar at spæla fyri italska stórfelagið.

Beckham hevur gjørt leiguavtalu við Milan, sum knýtir hann at felagnum komandi tríggjar mánaðirnar. Tá vendir hann aftur til La Galaxy, har hann er sáttmálabundin.

- Tað er ein heiður fyri meg at spæla fyri eitt av heimsins størstu feløgum, sigur David Beckham í stuttari viðmerking við italskar fjølmiðlar.