Beinini vóru sum blýggj

Áki Olsen mundi vera stóri sigursharrin leygardagin, tá hann framman fyri áskoðarafjøldini í Vestmanna, megnaði at taka gullmerkini frá VÍF

Tá vit spurdu hann, um tað hevði verið stuttligt at itið Áki Olsen undan dystinum í dag, greiddi Áki Olsen soleiðis frá.

- Eg má siga akkurát sum er, at havi verið á WC nakrar ferðir í morgun, og tá dysturin byrjaði kendist tað um beinini vóru úr blýggi. Eg fekk tó skorað okkurt mál beinanvegin, so nervarnir hvurvu meira ella minni, sum dysturin leið.

Móti endanum av dystinum sást eisini, at Áki hevði somikið stórt yvirskot, at hann eftir enn eitt mál, kundi gera eitt V-tekin móti áskoðarunum. Um hetta segði hann, at freistingin var somikið stór, at hann mátti gera tað.

- Eg hevði fingið onkrar viðmerkingar frá nøkrum teirra, sum vanliga standa á sínum plássi, sigur Áki, sum tó leggur dent á, at hann ikki metir nakað ilt liggja í hesum.

- Eingin ivi skal vera um, at áskoðararnir í Vestmanna eru ótrúliga góðir, og stuðla liði sínum ótrúliga væl, segði ein fegin Áki Olsen at enda.