Beinir boðar frá trimum konsertum í Danmark seinni í ár

Eftir útselda konsert í Keypmannahavn, boðar Beinir Troest Rasmussen frá trimum konsertum seinni í ár.

Beinir á palli (Mynd: Vaiva Kriauciunaite)

Beinir Troest hevur seinastu tíðina havt rættiliga nógvar konsertir, bæði solo, við bólki og upphiting fyri fleiri kend donsk nøvn.

 

Tíðliga í ár kunngjørdi Beinir eina konsertferð, sum hann kallaði “Unknown Location Tour”, har hann bað fylgjarar sínar senda sær uppskot um, hvar hann skuldi spæla. Nøkur uppskot vóru vald úr rúgvuni og konsertir vóru m.a. á Ríkissjúkrahúsinum, í einum motorsúkkluklubba og heima hjá fólki.

 

Nakrar vikur eftir væleydnaðu konsertferðina, helt Beinir fram við “Unknown Location Tour 2”, og seinast í apríl spældi Beinir við sínum framúr góða bólki á útseldari konsert á kenda spælistaðnum Hotel Cecil í Keypmannahavn.

 

Fyrsta albummið hjá Beinir er um at verða liðugt framleitt, og tvey tey fyrstu stakløgini – Greener og Romeo – vóru sera væl móttikin.

 

Tá albummið er givið út í heyst fer Beinir á konsertferð, har hann vitjar størri og smærri spælistøð við bólki og uttan bólk.

 

Atgongumerkini til 3 av konsertunum fáast nú til keyps.

 

Hesar konsertir verða í Aalborg, Århus og Keypmannahavn 29.-30. novembur og 1. desembur.

 

Beinir á palli (Mynd: Vaiva Kriauciunaite)