Saknaður maður funnin deyður á Mallorka

Í vikuni hava tvey fólk latið lív í regni og illveðri á Mallorka, og í 2018 lótu fleiri fólk lív á frítíðaroynni.

Í 2018 lótu fleiri fólk lív í regni og illveðri á Mallorka, og í vikuni eru tvey fólk deyð á frítíðaroynni.

Flestu, sum hava verið á Mallorka, munnu minnast aftur á tíðina við sól og summari. Men, tað er ikki altíð bara sól og summar á "kærleiksoynni", sum hon eisini verður rópt.

 

Reuters veit í dag at siga, at ein maður, sum hevur verið saknaður í samband við illveður og regn á frítíðaroynni, varð funnin deyður í gjár.

 

Fyrr í hesum vikuni varð ein bretsk kvinna eisini funnin deyð í sama fjallalendi, sum maðurin. Sagt verður, at tey bæði gingu túr í økinum, tá illveður og regn kom á tey.

 

Tað var týsdgin í hesi vikuni, at Mallorka varð rakt av oysandi regni og illveðri.

 

Í oktober í 2018 lótu fleiri fólk lív í regni og illveðri á Mallorka. Í fyrstu syfti varð sagt, at níggju fólk vóru funnin deyð, og tá vóru fleiri framvegis saknað.

 

Ringast raktu økini í 2018 vóru Sant Llorenc des Cardassa, Arta, Llucmajor, Felanitx og Alcudia, har nógvir føroyingar hava vitað millum ár og dag.

 

Í 2018 lótu fleiri fólk lív í regni og illveðri á Mallorka, og í vikuni eru tvey fólk deyð á frítíðaroynni.