Beinir er klárur at taka við sum løgmaður

– Verða boð eftir mær, so eri eg klárur, sigur formaður Fólkafloksins

– Bústaðarviðurskifti, fíggjarpolitikkur, familjumál og útlendingapolitikkur.

Tað eru nøkur av málunum, sum Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, nevnir, tá vit spyrja hann, hvat fer at fylla í valstríðnum til løgtingsvalið næstu fýra vikurnar.

Veljarakanningarnar hava verið blíðar við Fólkaflokkin, og formaður floksins er klárur at fara í Tinganes, sigur hann. Eisini sum løgmaður.

– Ja eru boð eftir mær, so eri eg klárur, sigur hann.

Spurdur um samgongumøguleikar sigur hann, at allir møguleikar eru opnir.

– Valkvøldið vita vit, hvussu vit kunnu telja upp í 17, og so verða tað samráðingar, sum gera av, hvønn veg tað fer, sigur hann.

– Vit útiloka ongan flokk, og sum eg skilji tað, so er tað heldur eingin, sum útilokar okkum, sigur hann.

Spurdur um hann stillar upp til Fólkatingið sigur hann, at tað er ikki tikin støða til tað enn. Men vanligt er, at fólk úr tingmanningini hjá Fólkaflokkinum, eins og hjá øðrum flokkum, stilla upp til fólkatingsval.

Men tann sum møguliga fer at Fólkating fyri Fólkaflokkin, hann verður bara har.

– Vit hava ikki dupultmandat soleiðis, at sami persónur kann sita bæði í Løgtinginum og í Fólkatinginum, sigur Beinir Johannesen.