Á býráðsfundi í gjárkvøldið, 25. februar, vórðu leiðreglurnar fyri frítíðarkortið í Sunda kommunu samtyktar, og sostatt er frítíðarkortið í kommununi nú galdandi.
- Býráðið samtykti pengar á fíggjarætlanini fyri 2026 til at seta frítíðarkortið í verk. Umsitingin hevur síðani arbeitt við leiðreglum fyri kortið og lagt málið fyri til politiska viðgerð.
Í Sunda kommunu siga tey, at málið varð einmælt samtykt í trivnaðarnevnd, fíggjarnevnd og í býráðnum.
- Sostatt er frítíðarkortið kommununi nú virkið og merkir hetta, at øll børn 0-17 ár hava upp til 2.000 krónur árliga at brúka til ítrótta-, mentanar-og frítíðartilboð.
Leiðreglurnar um, hvussu frítíðarkortið virkar, síggjast á heimasíðuni hjá Sunda kommunu - www.sunda.fo
Í kommununi siga tey, at um ivamál ella spurningar eru um frítíðarkortið, eru fólk vælkomin at seta tykkum í sambandi við umsitingina í Sunda kommunu.










