Beinir millum mest spældu nøvn í donskum útvarpi

– Jú, eg eri gott nokk ovfarin av móttøkuni, sigur Beinir Troest í viðmerking til in.fo.

Fríggjadagin 8. september í ár gav Beinir stakalagið “Greener” út, ið snýr seg um at loypa út í tað ókenda og elta dreyminum at gerast tónleikari fyri eyga og tær broytingar og avbjóðingar, hann møtir á leiðini.

 

Í samrøðu við Beinir í sambandi við útgávuna av lagnum í september segði hann, at ein av dreymum hansara var at hoyra sangir sínar í donskum útvarpið, og hesin dreymurin er nú gingin út. Ikki bert er dreymurin gingin út – nýggja staklagið liggur í løtuni á nýggjunda plássi á Airplay top-20 listanum í Danmark, og er sangurin harvið millum mest spældu sangirnar í donskum útvarpi.

 

– Jú, eg eri gott nokk ovfarin av móttøkuni. Tað er fantastiskt, at lagið verður spælt og at fólkið dámar tað. Eg gleði meg at geva meira tónleik út skjótt, sigur Beinir, tá spurt verður, um hann er ovfarin av móttøkuni av Greener.

 

Umframt at staklagið í heilum verður spælt í útvarpinum – bæði donskum og føroyskum – kann Greener eisini stroymast á eitt nú Spotify, har hann er blivin stroymdur yvir 15.000 ferðir.

 

Hoyr lagið her:

 

##med2##